Hondbóltur
Støddfrøðin sigur, at Neistin framvegis kann røkka finaluplássinum, men veruleikin er helst, at Kyndil og VÍF væl kunnu finna sær andlitsmáling og klappiballónir fram.
Neistin hevur kappast við VB um bronusplássið størsta partin av árinum, og tann dysturin varð avgjørdur leygardagin, tá VB noyddist sum av torvheiðum úr Høllini á Hálsi.
VB var annars sera væl við fyrstu trý korterini av dystinum, men seinastu løtuna setti Neistin trumf á.
VÍF slapp við skrekkinum
Sunnudagin áttu tey bæði oddaliðini heimadyst móti teimum báðum niðastu liðunum. Tað átti at boðað frá tveimum “walk-over”, men soleiðis varð støðan als ikki í Vestmanna, har StÍF beit væl og virðiliga frá sær.
StÍF byrjaði kanska heldur trilvandi, men spakuliga fingu tær spælt seg upp, og í steðginum vóru tær framman fyri við einum máli.
Eftir steðgin hildu gestirnir á við at trýsta, og eitt skifti vóru tær á odda við fýra málum. VÍF gjørdi tó ein ordans vørr móti endanum. Hóast tær brendu tvey brotskøst í avgerandi løtum, so megnaðu tær við bit og slit at toga sigurin heim, soleiðis at tær aftur kundu økja um fjarstøðuna niður til Neistan á triða plássinum.
Í Havn hevði Kyndil ikki stórvegis trupulleikar av Stjørnuni, sum varð send heim við ongum. Kyndil hevur eitt stig meira enn VÍF í oddastríðnum, og tað gongur tann vegin, at tær eru við at tryggja sær heimavøll í eini møguligari triðu finalu.