Odmar Færø, sum í fjør bleiv ársins verjuleikari kemur heim aftur til B36 at spæla fótbólt.
Tað stendur at lesa á heimasíðuni hjá B36.
B36 og Odmar hava skrivað undir sáttmála, sum er galdandi heilt fram til kappingarlok í 2018.
Í fjør varð Odmar valdur til ársins verjuleikara, og ársins B36 leikari. Hann var eisini við í kappingini um at vinna ársins leikari í føroyskum fótbólti. So eingin ivi er um at hetta heilt sikkurt er ein styrkur fyri B36 liðið.
Sjálv flytingin av spælaraloyvinum hjá Odmari verður framd, so skjótt sum føroyski flytingargluggin letur upp um miðjan juni.
Til ber at fáa meiri at vita á B36 heimasíðuni.