Ódnin "Desmond" rakar eisini fótbóltsvøllir

Spælararnir hjá Carlisle United brúka nú tíðina at hjálpa fólki, ið eru rakt av vatnflóðini í Cumbria

Ódnin "Desmond" hevur rakt enska landslutin Cumbria serliga hart. Cumbria liggur á markinum við Skotland, og hevur flóðin Desmond rakt økið so hart, at heili 60.000 fólk í økinum hava einki ravmagn.

 

Ódnin hevur eisini gjørt um seg á heimavøllinum hjá League Two liðnum Carlisle United. Sum myndin sýnir, so er heimavøllurin hjá Carlisle United, Brunton Park fullkomuliga undir í vatni, og tað fer at taka eina løtu at fáa leikvøllin í rættlag aftur.

 

Spælarararnir hjá Carlisle United eru tó ikki ráðaleysir, og teir ganga ikki fyri einki. Teir eru við, sum sjálvboðin hjálparfólk í hjálpararbeiðnum, sum fer fram í Cumbria. Hetta ger Carlisle spælararnar til eyka stórar hetjur hjá fólkinum í Cumbria. Tí teir hava vunnið seg víðari til 3. umfar í FA Cup steypakappingini í vikuskiftinum. Ígjár vunnu teir 5-0 á Welling í 2. umfari. Dysturin var leiktur á útivølli.