OECD: Australia besta landið

Australia er besta land í heiminum at liva í, vísir ein samanbering av lívsdygdini í tilsamans 36 lond. Tað er heimsstovnurin fyri búskaparligt samstarv og menning, OECD, sum hevur gjørt kanningina.

Kanningin er gjørd eftir sokallaða Better Life-mátistokkinum, har eitt nú inntøka, heilsa, tryggleiki, útbúgving og bústaðarviðurskifti eru avgerandi faktorar.

Svøríki er næstbest og Kanada triðbest, men eisini hini Norðurlondini standa seg sera væl, og aftast av teimum er Finnland við einum tólvta plássi, ið stendst av heldur lágum inntøkum.

Skulu vit trúgva OECD, so eru Turkaland og Mexiko tey bæði ringastu londini at liva í av teimum 36, sum er við í kanningini.