Norskir miðlar hava, sum vera man, fylgt væl við støðuni hjá Martin Ødegaard í Real Madrid. 16-ára gamli norðmaðurin verður mettur sum ein av heimsins bestu ungu leikarum, men hevur, neyvan óvæntað, havt trupult við at fáa spælitíð á besta liðnum hjá Real Madrid, síðani hann skifti til spanska stórfelagið í fjør.
Ætlanin var ongantíð, at hann skuldi spæla seg inn á besta liðið beinanvegin, og av tí at spælitíð verður mett sum týdningarmiklasti faktorurin í spælaramenning, hava nógvar leysasøgur gingið um, at Martin Ødegaard skuldi leigast út til okkurt annað felag hetta kappingarárið, millum annað hevur spanska felagið Getafe verið nevnt.
Spanska flytingarvindeygað lat tó aftur mánakvøldið, og tá av tornaði, var Martin Ødegaard enn í Real Madrid. Allarhelst fer hann at spæla á b-liðnum, Castilla, har navnframi Zinedine Zidane er venjari, men nýggi venjarin hjá Real Madrid, Rafa Benitez, hevur tó valt at taka Martin Ødegaard út í Champions League-hópin hjá spanska felagnum. Hann er ein av fýra spælarum frá Castilla-hópinum, sum hevur fingið pláss í Champions League-hópinum.
Martin Ødegaard var eisini í Champions League-hópinum hjá Real Madrid í fjør, tó uttan at hann slapp á vøllin í nøkrum dysti.
Real Madrid er í bólki saman við Paris Saint-Germain, Shakhtar Donetsk og Malmö í bólkaspælinum í Champions League.