Øðrvísi jólatræ

Jólapyntið gerst sjónligari, og á Býarbókasavninum í Havn hava tey gjørt eitt jólatræ úr bókum.

1. desember nærkast, og tað setir sín jólaliga dám á príði og tiltøk kring allar Føroyar.

 

Tað er í dag, at stóra jólatræið í Tórshavn verður tendrað, og í tí sambandinum bjóðar Býarbókasavnið eisini inn. Her verða nýggir barnasangir lagdir fram beint áðrenn, at træið verður tendrað.  Talan er um savnið 'Børnini syngja', ið er á tremur við kendum barnasangum.

 

Á Býarbókasavninum hava tey eisini spælt sær við hugflogið og gjørt sítt egna jólatræ. Úr bókum sjálvandi.