Økt samstarv ímillum Havnina og Reykjavík

Samstarvið sum var, men sum datt niðurfyri aftur í 1991, verður nú tikið uppaftur

 

Nú skal samstarvið ímillum Tórshavn og íslendska høvuðsstaðin, Reykjavík, mennast.

Regluligt samstarv hevur verið ímillum høvuðsstaðirnar báðar, men av einhvørjari orsøk datt tað niðurfyri í 1991, og síðani tá hevur onki regluligt samstarv verið.

­ Men býráðslimir úr báðum býunum hava lagt stóran dent á at fáa samstarvið tikið uppaftur, og tað hevur verið borið uppá mál fleiri ferðir býráðslimir úr býunum báðum hava hitst í ymsum sambandi, sigur Leivur Hansen, býráðsformaður í Havn.

Men tað fyrsta ítøkiliga stigið tóku íslendingar nú í heyst, táið Reykjavíkar Borg bjóðaði seks býráðslimum í Havn, og býráðsskrivarunum til Reykjavíkar at vitja.

Henda vitjanin var fyrst í oktober.

­ Íslendingar vóru ónatúrligur blíðir og bóru okkum á lógvunum


Mentanarligt samstarv

Leivur Hansen sigur, at íslandsferðin endaði við, at býráðsformenninir báðir, í Havn og í Reykjavík, skrivaðu undir eina yvirlýsing um at taka hetta samstarv uppaftur.

­ Tað varð eisini avgjørt

at býráðsformenninir báðir skuldu, hvør í sínunm lagi finna fígging til hetta samstarvið.

Málið var fyri á býráðsfundi í Havn hóskvøldið og tá varð tikið undir við tiltakinum.

Býráðið samtykti at seta eina hóskandi upphædd av á fíggjarlógini komandi ár til hetta samstarv. Men enn er tal ikki sett á.

Leivur Hansen sigur, at íslendingar vístu sera stóran týdning fyri Tórshavn - Nuuk grunninum, og lagt verður upp til at líknandi grunnur verður settur á stovn til frama fyri samstarvið ímillum Tórshavn og Reykjavík.

Síðani miðskeiðis í áttatiárunum hevur kommunan sett 50.000 um árið í henda grunnin, sum fólk síðani kunnu søkja stuðul úr til ymisk tiltøk, sum økja um forstáilisi ímillum fólki í báðum býunum, `Torshavn og Nuuk.

Samstarvið ímillum Tórshavn og Reykjavík fær sama endamál, men í yvirlýsingini verður nevnt at talan er um samstarv á mentanarliga - ítróttarliga og á skúlaøkinum

Leivur Hansen sigur, at hetta er ein máti at fáa eitt veruligt, miðvíst og skipað samstarv ímillum føroyska í íslendska høvuðsstaðin ístaðin fyri tað hissini samstarvið, sum nú hevur verið.

Leivur Hansen heldur, at tað er rætt, at so grannar, sum Føroyar og íslendingar, hava eitt skipað samstarv og hann sigur, at støðan í báðum býunum hevur verið tann, at, at nú er nóg mikið tosað, nú skal okkurt spyrjast burturúr.