Øll arbeiðsleys í verðini hjartaliga vælkomin til Føroya

Eli Brimsvík hevur illgruna um, at okkurt býr undir

Trupulleikarnir, vit eru í, eru sjálvskaptir.

 

Tað heldur Eli Brimsvík, formaður í Havnar Handverkarafelag.

Hann ávarar ímóti at ganga ynskinum frá teimum, sum vilja hava fría atgongd til útlendska arbeiðsmegi, á møti. Hann vísir serliga á, at Vinnuhúsið streingir á fyri at gera tað enn lættari at fáa útlendska arbeiðsmegi til Føroya.

 

Við øðrum orðum heldur Vinnuhúsið, at skal allur heimurin standa opin, og øll arbeiðsleys í verðini, skulu verða hjartaliga vælkomin at búseta seg á okkara lítla matrikkulnummari, sigur Eli Brimsvík.

 

Men hann heldur ikki, at hetta fer at  tæna nøkrum, og hann brúkar støðuna í Danmark og Bretlandi sum ræðudømi, har nógv fremmandafólk eru komin

 

- Har er støðan alt annað enn góð, talifrælsi er hótt, hatur er íkomin ímillum ymsar partar av fólkinum og politiska skipanin er komin í eina støðu, sum eingin  hevði droymt um.

 

- Sum eitt úrslit av hesum hava vit sæð, at óhugnaligar fólkarørslur hava tikið seg upp, rørslur sum eru vavdar upp í ótta og hatur mótvegis øðrum mentanum.

 

- Slíkum hugburði eiga vit øll at taka frástøðu frá, men vit meta tað sum okkara skyldu, at minna á hesar trupuleikar áðrenn ov seint er, og í so máta taka í egnan barm og taka tey stig sum eru neyðug, sigur formaðurin í Havnar Handverkarafelag.

 

Men hann heldur tey í Vinnuhúsinum hava sjálvi skyldina í, at tað mangla so nógvir handverkarar í Føroyum, tí tey vilja ikki rinda handverkarum eina rímiliga løn.

 

Tá ið lønarsamráðingar eru, vil Vinnuhúsið ikki skilja, at handverkarar, sum hava staðið í læru í fýra ár, ikki kunnu góðtaka, at hann bara skal fáa 11 prosent meiri í løn enn ein, sum onga útbúgving hevur.

 

Samstundis tekur tað einum handverkara 22 ár at vinna tann lønarmissin inn aftur, hann hevur havt av at hann bara fekk lærlingaløn í fýra ár.

 

Eli Brimsvík heldur, tá ið støðan er, sum hon er, nyttar hjálpir, at grenja um at tað mangla handverkarar og lærlingar

 

- Hinvegin uppliva vit javnan, at okkara grannalond hava lagt til merkis, hvør dygd liggur í okkara útbúnu handverkarum. Av somu orsøk er himmalvíður munur á eini føroyskari sveinaløn, og lønini, sum stendur føroyskum handverkarum í boði uttanlands, sigur formaðurin í Handverkarafelagnum.

 

 

Trýst HER og les meiri um, hvat Eli Brimsvík heldur um Vinnuhúsið og vandan við útlendskari arbeiðsmegi

 

 

Hann freistast til at halda, at  her býr okkurt annað undir, og at nettupp er endamálið, at reka føroyskar handverarar av landinum, fyri at fáa bíliga útlendska arbeiðsmegi til landið, soleiðis at vinningurin verður størri.