Øll børn eiga at sleppa í skúla í nærumhvørvinum

– Øll børn í Tórshavnar kommunu eiga at sleppa í skúla í nærumhvørvinum – saman við børnunum í grannalagnum

Soleiðis segði Súsanna Dal Jákupsdóttir, tá foreldur handaðu borgarstjóranum í Havn, Elsu Berg, mótmælisundirskriftir beint fyri middag í dag:

 

Góða Elsa

 

Í ár eru fleiri børn í miðstaðarøkinum og í eysturbýnum, sum ikki sleppa í forskúla og 1. flokk í nærumhvørvinum saman við børnunum í grannalagnum. Hetta merkir, at tað eru fleiri grannaløg í Tórshavnar kommunu, har øll børnini sleppa í sama skúla – uttan eitt einstakt barn. Tíverri vísa framrokningar hjá Tórshavnar kommunu, at trupulleikin verður minst líka stórur komandi ár, og at trupulleikin væntandi eisini verður í Hoyvíkar skúlaøki.

 

Vit vita, at tit í Tórshavnar kommunu síggja týdningin av, at børn hava møguleika at ganga í skúla í nærumhvørvinum. Hetta er týðiligt í umsóknini, sum Tórshavnar kommuna sendi, tá ið søkt varð um eitt eyka spor fyri skúlaárini 26/27 og 27/28. Í umsóknini leggur kommmunan dent á, at tað er umráðandi, at børn hava møguleika at sleppa í skúla í nærumhvørvinum. Vit vita eisini, at tað hevur týdning fyri teg, sum borgarstjóra í Tórshavnar kommunu. Tann 12. januar skrivaði tú, Elsa, í uppslagi á facebook: “Vit vilja gera tað, sum vit eru ment fyri at børn fáa bestu umstøður til læring og gott barnalív, eitt nú við at geva børnum møguleikan at ganga í skúla í nærumhvørvinum.

 

Tórshavnar kommuna hevur bæði í ár og undanfarin ár staðið á høvdinum fyri at loysa trupulleikar, sum hava verið í øðrum skúlaøkjum í kommununi, so øll børn í hesum økjunum sleppa at ganga í skúla í nærumhvørvinum. Tað gleðast vit um.

 

Vit eru tó sera ørkymlað av, at Tórshavnar kommuna ikki gevur øllum børnunum í kommununi somu sømdir sum hesi børn. Vit hava tí tikið stig til eina undirskriftainnsamling, har vit varpa ljós á júst hendan trupulleikan.

 

Lesið eisini: Misnøgd for­eldur hand­aðu borgar­stjóra­num 500 undir­skriftir

 

Tað eru samanlagt 514 foreldur og aðrir borgarar, sum hava skrivað undir.

 

Við hesari innsamlingini vilja vit staðiliga heita á Tórshavnar kommunu um at finna eina loysn, so øll børn í Tórshavnar kommunu sleppa í skúla í nærumhvørvinum í ár. Vit heita eisini á tykkum um at fara undir at finna eina varandi loysn til komandi ár sum skjótast. At skapa góð skúlatilboð er ein av kjarnuuppgávunum hjá Tórshavnar kommunu, og tað er ein góð íløga at geva børnunum góð og trygg barnaár. Tá ið vit hugsa um týdningin av hesum, og eftir at vit hava sæð, hvussu tit hava arbeitt fyri fleiri av børnunum í kommununi, bæði vóna og trúgva vit uppá, at tit fara at finna eina góða loysn uppá trupulleikan.

 

Stigtakarar til undirskriftainnasamlingina

 

Myndir: Undirskriftir handaðar borgarstjóranum í Havn