Í dag er bátahugni í Hvalvík, og hetta er eitt sera vælumtókt báta-og kampingtiltak, sum nú hevur nøkur ár á baki. Hetta er ikki eitt tiltak við tí drúgvu skránni, sum vit síggja á øðrum festivalum, men her er hugni og samvera.
Tiltakið er á einum avmarkaðum øki niðri við bátahylin í Hvalvík, og tí er bátahugnin so sera hugnaligur. Hetta er tiskil ikki eitt tiltak, ið sum so mong onnur veksur ár undan ári, men hetta er ístaðin eitt væl vitjað tiltak.
Tað er Sundalags Bátafelag, sum skipar fyri, og her hava tey valt, at bátahugnin skal halda seg til tað konsept, hann var ætlaður at vera.
Við bátahylin er tjald sett upp og tá bátarnir, sum í løtuni sigla av Selatrað og norður á Hvalvík, hava lagt til bryggju, verður gott smyrjibreyð at fáa í tjaldinum. Seinni verður felagssangur í tjaldinum .
Nú seinnapartin verður eisini høvi hjá fólki at keypa sær ein góðan bita av grillini hjá Ørvaroddunum. Fleiri bátar, sum nú eru við í siglingini, eru komnir til bygdar, og her eru eisini nógvir kampingvognar.
Sundalags Bátafelag bjóðar øllum vælkomnum.
Her er eisini høvi hjá fólki, sum ikki beinleiðis luttaka í bátahugnanum, at koyra oman til bátahylin og keypa sær ein góðan bita av grillini - og annars uppliva serstaka tiltakið, sum er í Hvalvík í dag.