Sambært fjølmiðlunum hava menn í sambandi við ætlaða 1000-árahaldið fyri kristnitøkuna í Føroyum spurt øll kristin trúarsamfeløg, um tey ynsktu at vera við. Bert brøðrasamkoman vildi ikki vera við. At øll kristin trúarsamfeløg vórðu spurd, er kortini ikki satt. Hóast góð 60 ár eru liðin, síðan Jehova Vitni fyrstu ferð byrjaðu at boða her í landinum, verða tey eyðsæð ikki mett sum kristin. Tey vórðu í hvussu er ikki spurd. Ikki at vit eru firtin um tað ella fegin vilja sleppa upp í part. Svar okkara hevði kortini verið eitt nei. Partvís halda vit sum brøðrasamkoman ikki, tað ber til at kristna eitt heilt land í senn, partvís tykist framferðarhátturin fyri 1000 árum síðani okkum ikki at vera í samsvar við Bíbliuna.
Tá Føroya bispur í fjølmiðlunum sigur, at øll kristin trúarsamfeløg, uttan brøðrasamkoman, hava sagt ja, kann onkur skilja tað, sum Jehova Vitni eisini skulu vera við í 1000-árahaldinum. Tað ynskja vit við hesum at avsanna. Annars undrast vit kanska eisini á, at Sigmundur Brestison, sum ferðaðist kring oyggjarnar við svørði í hond, verður mettur sum kristin, meðan Jehova Vitni, ið koma við Bíbliuni í hond, ikki roknast sum kristin. Tá Jehova vitni boða hús úr húsi, er tað, tí eingin annar enn Jesus Kristus sjálvur beyð okkum at gera tað. (Matt. 24:14; 28:19, 20) Alt tað, Jehova Vitni trúgva, og lív teirra sum heild, tekur støði í fyrimyndini hjá teimum fyrstu kristnu, soleiðis sum vit lesa um í Nýggja Testamenti.
Vinarlig heilsan,
Tíðindatænastan hjá
Jehova Vitnum í Føroyum