Øll kunnu ikki kallast pedofil - hóast tey bróta lógina

Tað verður ikki forboðið at seta fólk í starv at arbeiða við børnum, hóast tey ikki hava reina barnaváttan sum prógvar, at tey ikki hava verið undir illgruna fyri at hava gjørt seg inn á børn

Tað kann ikki sigast at vera pedofili, hóast tað er ólógligt. Hendan myndin er úr Føroya Rætti

Tað eru ikki øll ið kunnu kallast pedofil fyri tað um tey koma í hendurnar á myndugleikunum fyri kynsligan ágang ímóti børnum. Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum. Løgtingið viðger eitt uppskot frá honum um, at øll, ið seta fólk í starv, har tey hava við børn og ung undir 15 ár at gera, skulu útvega eina barnaváttan. 

 

Ein rein barnaváttan er prógv fyri, at tey ikki hava havt nakað at gera við kynsligan ágang ímóti børnum. Men fyri tað um ein ikki hevur eina reina barnaváttan, kann viðkomandi kortini fáa eitt slíkt starv, tí tað er ein avgerð, sum arbeiðsgevarin skal meta um í hvørjum einstøkum føri.  

 

Jenis av Rana sigur, at ákæruvaldið hevur mælt frá at seta forboð fyri at seta fólk í starv, hóast tey ikki hava reina barnaváttan. Orsøkin er, at í summum førum kann eitt forboð raka órímiliga hart. Eitt dømi er, at ein 15 ára gomul genta og ein drongur, sum er beint undir 15 ár, hava samlegu, og foreldrini at dronginum melda málið til løgregluna. Samlega við ein undir 15 ár, er ólóglig, og slíkum førum hevði eitt forboð ført við sær, at gentan, í minsta lagi í 10, ár ikki hevði sloppið at arbeitt við nøkrum, har hon hevur við børn og ung undir 15 ár at gera.

 

Tað eru neyvan nógv, ið halda, at ein 15 ára gomul genta er pedofil, tí hon hevur havt samlegu við sjeikin, ið er beint undir 15 ár, tá ið bæði hava givið sítt samtykki til samleguna. Men avleiðingin hevði verið, at hon hevði ikki kunnað farið í starvsvenjing í sambandi við útbúgving sum námsfrøðingur ella lærari. Hon hevði heldur ikki kunnað verið ítróttavenjari, ella arbeitt sum hjálparfólk á einum dagstovni.

 

– Tískil verður mett, at summi brot eru í linara endanum, og tí kann eitt forboð móti at seta fólk í starv, sum ikki hevur reina barnaváttan, verða ein í so ógvuslig avleiðing, sigur Jenis av Rana. Hann leggur afturat, at tað er kortini einki ið forðar fyri, at privatir arbeiðsgevar krevja, at starvsfólk skulu hava eina reina barnaváttan.

 

Landsstýrismaðurin sigur, at Fólkatingsins Umboðsmaður hevur mett, at ein myndugleiki altíð skal gera eina ítøkiliga meting, áðrenn persónur verður settur í starv hjá tí almenna. Metast skal eitt nú um:

 

1)  Fevnir starvið um veikar borgarar?

 

2)  Setir starvið serlig krøv til álit?

 

3)  Hvat fyri slag av revsilógarbroti hevur talan verið um?

 

4)  Hvussu long tíð er fráliðin?

 

5)  Hvør var orsøkin til lógarbrotið?

 

6)  Bleiv viðkomandi fríkend, ella fríkendur?

 

7)  Onnur saklig atlit

 

Tað kann ikki sigast at vera pedofili, hóast tað er ólógligt. Hendan myndin er úr Føroya Rætti