- Eg fari so inniliga at heita á hesi fólk um at gloyma at selja livandi tilfeingið, sum kann svimja, á uppboðssølu. Tað fer at koma okkum aftur umaftur.
Tað sigur vinnulívsmaðurin í Vági, Hans Joensen, Hans í Líðini, róptur, á sínari facebook-síðu. Hann hevur eisini lagt viðheftu mynd út, har tjóðveldistinglimir fyri góðum ári síðan vitjaðu Rock Trawl-Doors í Vági.
Hann leggur aftrat, at eftir herfyri at hava hoyrt Jóannes Jacobsen, búskaparfrøðing, í KvF, stúrir hann enn meira fyri, at øll okkara vinna endar í einum kaos.
- Hetta hevur als einki við vitan ella skil at gera, men er heldur ein valdshandling burturav, sigur Hans í Líðini.
Vinnulívsmaðurin vísir á, at hevði eitt ávíst prosenttal ella krónutal verið lagt á avreidda kilonøgd av fiski - ja, so var tað soleiðis.
- Men, at selja livandi og svimjandi tilfeingið á uppboðssølu verður, sum tá kellingin pissaði í lógvarnar.
Hans í Líðini vísir til tað, sum Jóannes Jacobsen segði og heldur fyri, at her kom týðiliga fram, at maðurin - um tað verður hansara vilji - við beráddum huga vil geva útlendingum frítt at keypa allar kvotur hjá føroyingum.
- Spurningurin er, um tað ikki eru teir, sum stríddust á Flemmish Kap, í myrkrinum um vetrarnar í Barentshavinum og við Grønlands køldu strendur, sum eiga ein stóran part av teimum í dag tillutaðu rættindunum at fiska.
Hann leggur aftrat, at gamaní eru nógv rættindi á fjarleiðum fingin til vega við at umbýta makrel, sild og svartkjaft.
- Men, framvegis eru tað menn, sum liggja á havinum og fáa fatur á fiskinum sum kemur okkum øllum til góðar, sigur Hans í Líðini í viðmerking til kjakið um uppboðssølu av fiskirættindum.