Øll skulu koma trygt til húsar aftur

Fólk eru øgiliga røsk at ansa eftir hvørjum øðrum, sigur Lovisa Petersen Glerfoss, stjóri í Ráðnum Fyri Ferðslutrygd

##med2##

 

Øll, sum fara á jólaborðhald, skulu koma trygt heim aftur. Tað er eitt endamál við nýggja átakinum hjá Ráðnum Fyri Ferðslutrygd ímóti Rúsdrekkakoyring.

 

Lovisa Petersen Glerfoss sigur, at áðrenn fólk fara í býin, skulu tey helst hava avtalað, hvussu tey sleppa heim aftur.

 

Í Havnini er tað kanska eitt sindur lættari enn aðrastaðni, tí har eru nógvir hýruvognar, og bussar koyra eisini. Men tað kann vera verri á bygd, har tað er langt ímillum hýruvognarnar.

 

Tí eru tey farin undir eitt átak, tey nevna »tú koyrir meg - eg koyri teg«, har endamálið er at vinfólk skiftast um at koyra

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr stjóran í Ráðnum fyri Ferðslutrgd greiða frá á FM1