Øll vilja við: Fleiri enn 100 fólk fara út í Lítlu Dímun í morgin

Tað er gravgangur eftir at sleppa út í Lítlu Dímun, og summi hava staðið á bíðilista í fleiri ár.

Hendan myndin er frá fólkafundinum í fjør (Myndir: Rúni Thomsen)

Í morgin, leygardagin, bjóða hvalbingar aftur til fólkafund í Lítlu Dímun. Eini 112 fólk hava fingið møguleikan at sleppa við í ár.

 

Umframt at sleppa at uppliva vøkru og serligu oynna, verða røður, føroyskur dansur og felagssangur á skránni.

 

– Vit gleða okkum nógv. Tað plagar altíð at vera ein heilt einastandandi túrur, sigur Róin Schrøter, formaður í Lítlu Dímun.

 

Í ár verður tað Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, sum skal halda røðu. Røða frá lokalum verður eisini. Tónleikinum fara Tróndur Enni og Lív Næs at standa fyri.

 

Tað er gravgangur eftir at sleppa á fólkafundin, og fleiri standa á bíðilista í fleiri ár.

 

– Ja, eftirspurningurin er stórur eftir at sleppa út. Vit hava nokk á bíðilista nú til einar tveir fólkafundir aftrat longu, sigur Róin Schrøter.

 

Veðrið hevur alt at siga

 

Tað er ikki bara-bara at planleggja ein sovorðnan túr. Tí veðrið hevur alt at siga, nær og um tað ber til at fara á oynna. Eitt tíðarskeið var eingin fólkafundur í trý ár av tí sama. 

 

Í ár hevur heldur ikki viðrað so væl, og stigtakararnir hava verið klárir at fara avstað líka síðan mai mánað, fortelur Róin Schrøter.

 

Men nú sær út til at vera gott veður í morgin. Tí fingu øll tey, ið hava skrivað seg upp, boð um at møta í Hvalba í morgin, haðani tyrlan flýgur tey út í Lítlu Dímun.

 

– Tað verður spennandi. Hetta verður kanska ein tann fyrsti dagurin í summar, at man kann gera túr av hesum slagnum á oynna, sigur Róin Schrøter.

 

Alt er sjálvboðið

 

Í 2010 byrjaðu hvalbingar at skipa fyri fólkafundum í Lítlu Dímun. Tað var fyrst og fremst fyri at skapa eina inntøku til oynna.

 

– Oyggin stóð í skuld, og har var ikki nógv gjørt til viðlíkahald. Tí byrjaðu vit at skipa fyri fólkafundum, og tað hevur víst seg at skapt ein øktan áhuga fyri røktini av oynni, sigur Róin Schrøter og leggur aftrat, at alt arbeiðið frá eigarum og røktarum á oynni er sjálvboðið. Pengarnir frá Fólkafundinum fara allir beint til Lítlu Dímun.

 

Myndir, sum Rúni Thomsen tók í fjør:

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

Hendan myndin er frá fólkafundinum í fjør (Myndir: Rúni Thomsen)