Øssur fær 26,3% av miðlastuðlinum í lumman

Miðlastuðulsnevndin hevur gjørt av, at Øssur Winthereig skal hava 26,3 prosent av miðlastuðlinum beint í egnan lumma. Pengar, sum bara kunnu latast privatum miðlum at rinda lønir fyri – og ikki privatpersónum

Miðlastuðulin er æltaður sum hjálp til privatar miðlar. Tað eru virki, partafeløg, sum til dømis Sosialurin, Dimmalætting, Norðlýsi, Vp.fo, Portal.fo og onnur við , sum hava fólk starvi, og sum rinda lønir til starvsfólk síni.

Løgtingið setti tvær milliónir av til endamálið. Tá hetta hugtakið var uppfunnið í sínari tíð í grannalondum, varð tað kallað "útberingarstuðul", sum var ætlaður bløðum, tí avbjóðingin við at bera bløð út til haldarar gjørdist alsamt størri, tá vóru eingi netmiðlar.

Í Føroyum hava vit altíð darlað aftaná, so áðrenn nøkur tílík skipan kom í lag, so hevði tíðin yvirhálað við netmiðlum – og tí gjørdist tað til "miðlastuðul" heldur enn "útberingastuðul", soleiðis at loftbornir miðlar og netmiðlar eisini kundu fáa, so sum tey eisini hava gjørt í grannalondum.

Burtursæð frá at Posta langtstíðani hevur etið miðlastuðulin hjá bløðunum, so var tað ein góð skipan, tí stuðul varð veittur eftir starvsfólkaútreiðslum.

Men so kom Jenis av Rana í Mentamálaráðið. Hann visti betri enn Rigmor Dam, sum upprunaliga átti uppskotið um miðlastuðul, visti best sjálvur, lurtaði ikki eftir royndum fólkum í miðlum og broytti skipanina til eina skipan við "verkætlanum", har nakrir smaksdómarar politiskt skulu sita og gera av, hvussu privatir miðlar skulu arbeiða, og hvørjum evnum teir skulu arbeiða við, og hvørjir persónar skuldu arbeiða hjá privatu miðlunum. Beinleiðis uppíblanding í redaktionella frælsið, sum varð skert, um miðlarnir ikki aktaðu smaksdómararnar.

Hesum mótmæltu miðlarnir, sum týðuliga sóu óhugnaliga vandan, sum lúrdi undir hesi skipan.

Tað er nú sjón fyri søgn, at mótmælini vórðu væl grundað.

Miðlastuðulsnevndin hevur gjørt av, at tað skal vera Øssur Winthereig, sum skal hava stóra partin av miðlastuðulinum persónliga. 

Øssur Winthereig hevur ongan miðil, hevur eingi fólk í starvi, og hann arbeiðir ikki hjá nøkrum fjølmiðli. Hann er fyri fleiri árum síðani farin úr starvi sínum í almenna Kringvarpinum. Men hann hevur eina verkætlan, sum hann fær Brynhild Thomsen at hjálpa sær við. Nú eru tveir dugnaligir journalistar, sum ikki tíma at arbeiða í Kringvarpinum meira, men sum gjarna vilja hugna sær við journalistikki við almennum pengum.

 

##med6##

Øssur Winthereig hevur sjálvur sitið í Miðlastuðulsnevndini, so hann veit, hvussu hann kann fáa pengarnar til sín sjálvs. 

Tað gjørdi hann saman við eini góðvarnari leiðslu á Dimmalætting í fjør, sum helt tað vera smart at søkja um 347.451 krónur til Øssur Winthereig og aftur fyri fáa eina leinkju á heimasíðuna hjá Dimmalætting við einum poddi við Øssuri og Brynhild.

Sikkurt góður journalistikkur, men tað gevur 0 krónur til privata miðilin, sum miðlastuðulin er ætlaður til.

0 krónur av hesum komu tí í kassan hjá Dimmalætting, sum steðgaði á nýggjárinum og fór á húsagang.

So fekk Dimmalætting nýggjar eigarar. Vit fingu ikki eina "nýggja Dimmalætting", sum forkvinnan í Miðlastuðulsnevndini segði í Kringvarpinum í gjár. Men gamla Dimmalætting fekk nýggjar eigarar – eins og hon hevur fingið fleiri ferðir áður. Og Miðlastuðulsnevndin hevur staðfest 27. apríl, at tað ber til at flyta verkætlanina frá gamla Dimmlætting-felagnum til tað nýggja. Og sjálvandi eiga verkætlanirnar, sum eru játtaðar Dimmalætting, at fylgja við. Tað sigur seg sjálvt, tí tað eru bara miðlar, sum sleppa at søkja, ikki privatpersónar.

Kortini gjørdi Miðlastuðulsnevndin mikudagin av, at Øssur Winthereig skal hava pengar fyri verkætlan, sum er játtað Dimmalætting. Forkvinnan í nevndini, Bjørk Maria Kunoy, váttaði fyri in.fo mikudagin, at tað hevði størri týdning, at júst Øssur Winthereig fekk pengarnar heldur enn at Dimmalætting við sínum egnu fólkum á lønarlistanum fekk pengarnar.

Tað stutta av tí langa er, at privatpersónurin Øssur Winthereig hevur fingið 26,3 prosent av miðlastuðlinum til verkætlanir, sum bara kunnu latast etableraðum privatum fjølmiðlum. Og ikki privatpersónum. Men fólkini í Miðlastuðulsnevndini, har Øssur sjálvur hevur verið limur, hava givið privatmanninum Øssuri Winthereig 347.451 krónur í miðlastuðli.

Tað merkir, at Miðlastuðulsnevndin útlutar almennar pengar til ein privatpersón, sum bara kann latast privatum fjølmiðlum í Føroyum.

Soleiðis rindar Føroyar fólk 1.000 krónur UM DAGIN Í EITT HEILT ÁR úr landskassanum í lumman hjá Øssur Winthereig. Pengar, sum eru ætlaðir privatu fjølmiðlunum at rinda lønir til starvsfólk fyri.

Forkvinnan í Miðlastuðulsnevndini sigur, at tað er Vágaportalurin, sum nú eigur verkætlanina, tí hann hevur, "á jøvnum føti" við "nýggja felagið Dimmalætting" søkt um stuðulin. 

##med2##

Tað passar bara ikki. 

Eingin umsókn er frá Vágaportalinum um taka yvir verkætlanina. Tað vísir innlit, sum in.fo hevur fingið í málið. Har sæst, at Gunnar Skúvadal, stjóri á vp.fo, sigur í einum telduposti, sum Øssur Winthereig hevur biðið hann sent Miðlastuðulsnevndini, at hann fegin vil "hýsa einum linki á vp.fo til poddin hjá Øssuri".

Spurdur tríggjar ferðir av Miðlastuðlsnevndini, hvat hann ætlar, sigur hann tað sama, at hann bara skal hýsa einum linki, og at hann einki hevur við verkætlanina at gera. Hann biður Miðlastuðulsnevndina venda sær til Øssur Winthereig, um tey vilja vita meira. 

Gunnar Skúvadal sigur við in.fo, at vp.fo, fær ongar pengar burtur úr hesum. 

Øssur Winthereig skal soleiðis hava pengarnar.

 

##med3##

Um hetta veruliga ber til, at Miðlastuðulsnevndin soleiðis kann útluta almennar pengar til privatpersónar – beint ímóti tí, sum lógin sigur, so er ikki gott í væntu.

Vónandi tekur Sirið Stenberg, mentamálaráðfrú, sær av hesum og fær tingini á beint aftur. 

Serisøst er tað ikki, og hvussu skulu vit fáa serøsan journalistikk frá journalistum, sum soleiðis fáa tiltuskað sær almennar pengar av órøttum í egnan lumma?

Problemið hjá okkum, sum reka privata vinnu við fjølmiðlavirksemi, er ikki, at Øssur Winthereig og Brynhild Thomsen gera ein podd. Tað skulu tey vera hjartaliga vælkomin til, og tað duga tey væl.

Problemið er at tey fáa pengar, sum verða tiknir frá teimum fjølmiðlavirkjum, sum sambært lógini hava rætt til pengarnar. Øssur kundi tað sama fingið pengar sum oljustuðul, rentustuðul, ferðastuðul, stuðul til bátabygging ella stuðul til fiskivinnuroyndir, sum hann heldur ikki hevur rætt til.

Vónandi eru onkur í Mentamálaráðnum, sum fær hetta á beint aftur.

Leggjast kann afturat, at fjølmiðlarnir, sum vit varða og hava vart av í Miðlahúsinum seinastu 20 árini hava rindað um 440 milliónir krónur í lønum til starvsfólk – slaka hálva milliard krónur. Men vinnan hevur havt avbjóðingar nú í nógv ár.

Broyttu fortreytirnar í vinnuni seinastu árini merkjast hvønn dag, serliga kappingin um lýsingar uttan úr heimi. Tað var fyri at byrgja upp ímóti hesum, at lógin um miðlastuðul kom. Men tá Miðlastuðulsnevndin nú tekur tað, sum Løgtingið hevur lóggivið til privatar miðlar at rinda lønir fyri, og úttutar tað til privatpersónar, tá er tað okkum ovboðið, og tí siga vit frá nú!

 

 

 

Eirikur Lindenskov

stjóri

Sp/F Sosialurin, sum eigur partapeningin í Sp/F Dimmalætting

 

##med4##

 

##med5##

 

Hesin teldupostur frá Gunnari Skúvadal á vp.fo er grundarlag fyri at flyta verkætlanina frá Dimmalætting til – ikki vp.fo, sum tað framgongur í samskiftinum millum Gunnar Skúvadal og Bjørk Mariu Kunoy, men til Øssur Winthereig

Tríggjar ferðir svarar Gunnar Skúvadal Miðlastuðulsnevndini, at vp.fo einki hevur við hesa verkætlan at gera, men at bara eitt link verður lagt á síðuna

Brot úr lógini um miðlastuðul, sum vísir greitt, at bara miðlar kunnu fáa miðlstuðul, ikki einstaklingar