Tað er merkisvert. Tríggjar útrokningar gjørdar av fólkum, óheft av hvørjum øðrum, geva øll neyvt somu úrslit. Rumenski Eduard Ranghuic og football-rankings.info, runavíkingurin Jákup Emil Hansen og Fótbóltssamband Føroya koma øll fram til, at Føroyar runt roknað hava vunnið sær, runt roknað, 0,07 stig fleiri enn Wales sambært útrokningarleistinum hjá FIFA. Aðalskrivarin í FSF, Virgar Hvidbro, hevur eisini eina munnliga, tó óalmenna, fyribils váttan, sum sigur, at hesar útrokningar eru púra beinar.
Kortini valdi altjóða fótbóltssambandi at seta Wales omanfyri Føroyar á styrkislistanum – og tað er undrunarvert.
Tilvitað val
Tað fær illa verið annað enn eitt tilvitað val, at FIFA ger soleiðis. Føroyar hava jú vunnið fleiri stig og eiga tí at vera frammanfyri. Gamaní, FIFA vísir ikki brøkpartar á almenna listanum, men tað gera teir í útrokningunum, listin byggir á. Tí eiga Føroyar at vera frammanfyri. Var tað soleiðis, at Føroyar og Wales høvdu vunnið neyvt sama stigatal, so var støðan ein onnur.
Sum vit áður hava verið inni á, er bókstavaraðið heldur ikki nýtt í samband við plaseringina, tá F flestum kunnugt kemur áðrenn W. Ein onnur frágreiðing kundi verið, at av tí, at Wales lá omanfyri Føroyar, tá FIFA kunngjørdi styrkislistan fyri mai og tískil liggur omanfyri, nú bæði londini runt roknað hava 273 stig. Men her hava vit dømi sum tala fyri, at hetta ikki er vanlig mannagongd.
Snýtti FIFA Føroyar?
Spurningurin er so, hví FIFA eftir øllum at døma tilvita velur at geva Wales sessin omanfyri okkum, tá alt talar fyri, at sessurin – og harvið eisini plássið í styrkisbólki 5 – er okkara?
Tað eru røddir, sum hava róð upp undir, at tað er lítið av miklum hjá FIFA at flyta Føroyar eitt pláss á styrkislistanum, um hugt verður eftir øllum øðrum, felagsskapurin er ákærdur fyri.
Serliga í Bretlandi hava ákoyringarnar í móti FIFA verið harðar. Andrew Jennings, BBC-journalisturin, hevur avdúkað nógvan rotinskap, mutur og ullint viðurskiftið í FIFA-familjuni, sum felagsskapurin ofta kallar seg.
Haraftrat fekk Ongland ikki vertsskapin fyri HM-endakappingini í 2018, sum sjálvsagt ikki gjørdi atfinningarnar mótvegis felagsskapinum minni. Og so seint sum fyri einum mánaði síðani var bretski forsætisráðharrin David Cameron frammi við kritikki av FIFA.
Við hesum er ikki óhugsandi, at FIFA heldur enn gjarna sær, at atfinningarnar úr Stóra Bretlandi ikki skulu gerast fleiri í tali. Men styrkislistin hjá FIFA staðfestir, at Føroyar eru betri enn Wales, sum so aftur hevur við sær, at Wales verður mett á sama støði sum eitt nú Andorra, San Marino og Malta, hóast liðið telur stjørnur sum Craig Bellamy, Aron Ramsey og Gareth Bale
Tá tað er støðan, er tað nógv, sum bendir á, at okkurt er galið við styrkislistanum hjá FIFA. Hetta hevði helst fingið bretskar miðlar upp úr stólinum og ákoyringarnar haðani høvdu ivaleyst verðið harðari enn nakrantíð.
Hesa støðu ynskir FIFA helst at sleppa undan, og tí gjørdist støðan á styrkislistanum – kanska – soleiðis, sum hon bleiv.
Tí skal FSF trýsta FIFA og krevja ein útgreinaða útrokning, so alt kemur undan kavi. Júst sum FSF ger í løtuni.
rolant@sosialurin.foß
Familjan FIFA, sum altjóða fótbóltssambandi kallar seg sjálvt, hevur seinastu mongu