Nú verður tað, at vit fáa eitt móttøkuhús til fólk, sum hava verið harðskapi. Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almannamálum, nú Løgtingið viðger fíggjarlógina fyri í ár.
Endamálið við einum slíkum móttøkuhúsi er, at tey, sum eru fyri harðskapi, skulu hava eitt stað at venda sær til og har skulu tey so fáa hjálp og vegleðing.
Tað nýggja við einum slíkum móttøkuhúsi er, at har skal øll hjálpin verða savnað í móttøkuhúsinum, bæði løgregla, sosialráðgeving, sálarfrøðingar og tilboð um at fara upp í sjálvhjálparbólkar.
Hettta er eitt mál, sum undanfarna samgonga setti sjøtul á, og sum hendan samgongan nú setur í verk. Í fjør varð farið undir fyrireikingarnar og tá varð støða tikin til, at tað skuldi vera Kvinnuhúsið sum skal umsita móttøkuhúsið fyri tey, sum eru fyri harðskapi.
Í hesum sambandi varð eitt fólk sett í starv í novembur og samstundis vórðu fleiri høli leigað í húsinum KFUM, har Kvinnuhúsið heldur til.
Tað verður neyðugt at broyta innrættingina fyri at tryggja at skott verður millum verandi Kreppumiðstøðina fyri kvinnur, og móttøkuna fyri tey, sum eru fyri harðskapi.
Men nú verður bíðað eftir, at fíggjarlógin fyri í ár, er samtykt, tí har eru 650.000 krónur settar av til endamálið. Upprunaliga var ætlanin, at móttøkuhúsið skuldi lata upp 1. mars, men hóast alt ikki er klárt, eru tey so smátt farin undir virksemi.
Ætlanin er, at formliga skal móttøkuhúsið lata upp umleið 1. juli. Hóast 650.000 krónur eru settar av á fíggjarlógini í ár, er væntandi, at nakað skal til av pengum afturat.
Eitt nú mugu starvsfólkini útbúgvast betur, ein alarmskipan má fáast til vega, og tilboðini um sálarfrøðiliga hjálp til tey, sum eru fyri harðskapi, fara væntandi at vaksa, nú fleiri søkja sær hjálp, sigur Sirið Stenberg.