info
Ongi úrslit

Ein millión smolt fara í aliringarnar á Sandsvág

- Síðan Sandoyartunnilin læt upp, er alt vorðið nógv lættari við bæði útseting og tøku, sigur Hans Jákup Mikkelsen, stjóri í Mowi Føroyar sum letur væl at Sandsvág sum aliøki

Vilmund Jacobsen
30. juni 2024 kl. 22:43

Eftir at vera lidnir at taka allan laksin á Sandsvág í vár, hevur Mowi í eina tíð verið í holt við at seta nýggj smolt út aftur í teir ellivu ringarnar á vágni. Hans Jákup Mikkelsen, stjóri í Mowi Føroyar, sigur, at higartil er ein sløk hálv millión smolt sett út, og næstu tíðina fer stívliga ein hálv millión út aftrat.

- Hetta verður á leið tað sama, sum vit settu út seinast, og gongur alt væl, vænta vit, at hetta fer at geva eini 4.000 til 5.000 tons av laksi, tá fiskurin verður tikin aftur. Hetta gjørdist eisini nøgdin við seinastu tøku á Sandi, og laksurin lá millum fýra og fimm kilo, tá hann varð tikin.

Tað hevur tikið sína tíð at byggja alingina á Sandsvág upp, og her hava verið ymiskar avbjóðingar, ásannar stjórin í Mowi og vísir á, at tey fyrstu árini lógu ringarnir ytri á vágni, og tað vísti seg, at tá uppgangur var, riggaði hetta ikki so væl, tí fiskurin gjørdist strongdur.

Í byrjanini av tíðini á Sandsvág hendu eisini óhapp, men nú ringarnir liggja innari á vágni, og allur aliútbúnaður er av sterkasta slag, er alingin komin í eina betri og tryggari legu. Hans Jákup Mikkelsen vísir á, at síðan Sandoyartunnilin læt upp í desember mánaði í fjør, er alt eisini vorðið nógv lættari við bæði útseting og tøku.

- Tá vit fyrr í ár tóku seinastu nøgdirnar av laksi á Sandi, kundu vit koyra beinleiðis av bryggjuni á Sandi og norður á virkið á Strondum. Knappliga var óneyðugt við bílegging og bíðitíð til Teistan, og í staðin varð koyrt gjøgnum tveir undirsjóvartunlar – bæði suður og norður aftur við fiski.

Stjórin vísir á, at tá teir, sum koyra bilarnar, skuldu laga seg til Teistan, noyddust teir ofta at hava bilar og fólk í Sandoynni um náttina, soleiðis at koyrast kundi við fiski stundisliga morgunin eftir.c

- Tað tekur mær umleið 35 til 40 minuttir at koyra av skrivstovuni á Strondum og suður til Sands og kanska brúka bilarnir, sum koyra, tá fiskur verður tikin, í umleið ein tíma ella so hvønn vegin. Nú ber eisini betur til at leggja arbeiðið á Strondum til rættis, nú vit kenna renslið av bilum og fiski betur, sigur hann.

Nú smolt aftur verður sett út á Sandsvág, taka bilarnir umleið 2000 fiskar á 500 gramm við hvørja ferð, og koyrt verður beinleiðis av Hellunum og til Sands. Tá bilurin við smolti kemur suður, stendur hann uppi á einari høvd á havnalagnum, soleiðis at fiskurin rennur gjøgnum eitt rør og beinleiðis út í aliringarnar. 

Vanliga eru fleiri bilar á Sandi við smolti um dagin. Stjóri í Mowi vísir á, at áður varð smoltið flutt av Hellunum til Sands við brunnbáti, men hetta er ikki neyðugt longur. Bæði, tá fiskurin verður tikin og koyrdur heim á Strendur og nú, tá smolt verður sett út, verða undirsjóvartunlarnir brúktir, tí hetta gevur stytstu farleið.

- Soleiðis eru vit eisini við til at bera ein part av íløgunum, sum eru gjørdar í nýggja samferðslukervið í Føroyum, og tað kunnu vit bara fegnast um, sigur Hans Jákup Mikkelsen.

Aliumstøðurnar á Sandsvág eru eitt sindur serstakar við tað, at nótirnar her stinga grynri, enn alinótir vanliga gera. Eftir at alingin flutti longur inn á vágna, er ikki so stórt dýpi, umframt at ansast skal eftir, at sandur ikki órógvar fiskin.

- Í Oyndarfirði hava vit 16 aliringar, og við Fossá hava vit 12. Hesir hava eitt ummál á 160 metrar. Á Sandsvág hava vit 11 ringar, sum hava eitt ummál á 200 metrar, men her stinga nótirnar kanska eina helvt av tí, tær stinga á hinum alistøðunum hjá okkum. 

Hans Jákup vísir á, at ein orsøkin til, at ringarnir á Sandsvág eru víðari, er, at teir størru ringarnir bera seg betur í sjónum – ella teir ríða betur á aldunum, tá alda er í sjónum.
Tí hevur Mowi valt at brúka ringar við ummáli á 200 metrar á Sandsvág.   

Í løtuni tekur Mowi fisk í Haldórsvík, og her verður fiskur at taka til einaferð í heyst. Tá liðugt er í Haldórsvík, verður í oktober ella november tikið á Oyndarfirði, og her verður tikið fram til næsta vár. 
Stjórin sigur, at tá so liðugt er á Oyndarfirði, nærkast tíðin aftur, til klárt verður at taka fisk aftur á Sandsvág.

- So, hóast Sandsvág neyvan fer at veksa sum aliøki, hevur alistøðin her stóran týdning fyri okkara virksemi, og støðin á Sandi er við til at gera, at samanhangur er í tøkuni  - meira ella minni alt árið.
Hans Jákup Mikkelsen leggur aftrat, at tey í Mowi eru sera væl nøgd við aliøki á Sandi. Eini seks størv eru knýtt at alingini á Sandi alt árið, og tá tøka er, eru eini fimm fólk aftrat til arbeiðis, og tøkan gongur altíð yvir nakrar mánaðir, leggur hann aftrat.

Myndin er ikki tøk

 

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

Í gjár kl. 07:54

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Hanus og liðfelagarnir taptu annan dystin á rað

5 tímar síðan
Hondbóltur

Valur og Stjarnan vunnu

5 tímar síðan
Fótbóltur

ÍBV megnaði ikki at tryggja sær bronsuna í kvøld

6 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Adrian mundi fingið skaða av grovari takkling

6 tímar síðan
Hondbóltur

Níggju føroysk mál vóru skotin í heimasigri hjá HF Karlskrona

6 tímar síðan
Tíðindi

Innflutningurin farin upp um 12 milliardir krónur

7 tímar síðan
Fótbóltur

Vendsyssel FF hevur bert fingið tvey stig í seks teimum seinastu dystunum

7 tímar síðan
Tíðindi

Elsti dani nakr­an­tíð var lim­ur í danska nazista­flokkinum

7 tímar síðan
Hondbóltur

Burn: EB mátti lúta fyri Kyndli í høllini á Eiði

8 tímar síðan
Tíðindi

Annar sigurin á rað hjá Skuru

8 tímar síðan
Fótbóltur

Tað verður eingin fótbóltur í Vági í morgin

8 tímar síðan
Tíðindi

Fylgisveina­mynd vís­ir akr­ar á goml­um hav­botni í Niður­londum

8 tímar síðan