Offur og bøðil II

Sjónarhornið broytist

 

Í fimta til sjeynda bindi, »Eitt dýpi av dýrari tíð« 1984, »Í andgletti« 1988 og »Bláfelli« 1992, broytist sjónarhornið og flytir seg fríari ímillum persónarnar, so at lýsingar frá lestrarárunum í keypmannahavn skifta við afturlítandi brot úr uppvørkstrinum. Haraftrat eru titlarnir á teimum undanfarnu bókunum úr yrkingum eftir Christiani Matras, meðan »Eitt dýpi av dýrari tíð« er úr yrking hjá høvuðspersóninum sjálvum.

 

Karmurin í hesum bindi er Keypmannahavn, men tað verður tikið um fleiri endar úr teimum undanfarnu skaldsøgunum. Sum ikki einaferð hevur Hugin trupulleikar við tí forbrenda kynslívinum, sum ikki rættiliga vil, sum hann, og hann hevur ilt við at fáa eina samanrenning millum seg og gentu í lag. Antin vil hann ikki, ella vil hon ikki.

Frá fyrstan tíð er tað greitt, at Hugin vil vera rithøvundur, og hann metir hendan leiklut at vera tann týdningarmesta av øllum. Tá ið »Eitt dýpi av dýrari tíð« endar, hevur Hugin givið út sítt fyrsta stuttsøgusavn.

Í teimum báðum seinastu bindunum eru vit einamest í heimbygdini, kortini fara einstøk kapittul fram í Keypmannahavn.

Í miðjum leiki stendur Durita, hvørs kynslív bæði brøður og biðlar royna at temja, men til fánýtis. Sjónarhornið verður tíðum flutt frá Hugini til Duritu og brøður hennara og teirra lagnu, og lang brot er Hugin als ikki við í spælinum. Stundum kemur tað lesaranum fyri, at áhugin verður fluttur til aðrar persónar, tí at teir hava ein meira áhugaverda lagnu enn Hugin. Í so máta eru tey seinnu bindini meiri fjøltáttað enn tey fyrstu. »Bláfelli« - seinasta bindið í røðini - tekur samanum og hevur hendingar og upplivingar á orði, og hon endar við eini uppafturtøku av kenslunum hjá dronginum, tá ið hann hevði verið í hóslag við huldufólk. Ringurin er lokaður.

Hóast hendingarnar í teimum sjey bindunum uttan iva í stóran mun byggja á egnar royndir og upplivingar, so hevur Jens Pauli Heinesen skapað eina bygd við fólka- og staðarnøvnum. Bygdin nevnist Fagridalur og grannbygdin Miðgarður! Tí, sum tað stendur á tittulbløðunum, so eru bøkurnar skaldsøgur. Við hesum verður gjørt vart við, at hóast verkið hevur sítt støði í endurminningum, so er tað, sum tú minnist, altíð sílað og viðgjørt.


Aðrar bøkur

Umframt tær nevndu bøkur og eina røð av sjónleikum hevur Jens Pauli Heinesen skrivað tvey søgusøvn. Tað fyrra er blandingssavnið »Tann gátuføri kærleikin« frá 1986. Áhugaverdasti teksturin er søgan »Ein lítil skaldsøga um frú A.«, sum rýmir frá manni og børnum og eini borgaraligari tilveru og fylgir sínum seksualiteti á eini samfelagsligari niðurgongd. Men frú A. er, har hon ynskir at vera. Søgan er tølandi og djørv, og knýtir samband við tað næsta savnið.

»Rósa Maria« kom í 1995 og er býtt í tveir partar, har tær fimm søgurnar um frú B., frú C., frú D. frú E. og dóttir frú C. eru heftar at hvørjari aðrari, og tilsaman mynda eina stuttsøgu-syklus. Felags fyri tær fyrstu tríggjar søgurnar er, at teir kvinnuligu høvuðspersónarnir hava dreymar, men lítið verður gjørt við teir. Tær eru fangaðar í einum smáborgaraligum helviti, sum tær halda er paradís. Viðhvørt kenna tær á sær, at nakað manglar, men so finna tær bara upp á okkurt, so tær gloyma hesar kenslur. Frú E. í fjórðu søguni situr ikki hendur í favn, men hennara gerðir eru avlagaðar, og søgan vísir hjúnalagið sum rangmynd.

Tann fyrsti sanni persónurin, lesarin kunnast við, er seytjan ára gamla Rósa Maria, sum letur lesaranum jarðbundnar lýsingar av hinum kvinnunum. Frú. B. er eitt turkatræ, mamman, frú C., hevur verið burturi í ørskapi, frú D. er býtt og frú E. einkisigandi.

Sjálv er Rósa Maria forelskað í harra E., men høvundurin sýnir onga miskunn, og vit fáa ikki happy end.

Frásagnirnar í øðrum parti av savninum standa leysar bæði av fyrra parti og av hvørjari aðrari, og sum tær undanfarnu søgurnar snúgva tær seg í høvuðsheitum um kærleika ella kanska beinari: um skortandi kærleika. Undirtittulin á savninum kundi verið: Søgur um miseydnaðan kærleika og kvett kærleikssambond.


Temu

Í fyrra parti av skaldskapinum er eitt av høvuðstemunum listamaðurin mótvegis samfelagnum. Kann ein listamaður virka í einum borgaraligum samfelag? Vil samfelagið loyva hesum? Tað vil samfelagið avgjørt ikki í »Yrkjarin í Selvík«, og listamaðurin verður vanvirdur og mettur sum ein spilla. Hetta byggir ivaleyst fyri ein part á egnar royndir. Jens Pauli Heinesen sigur í eini grein frá, hvussu hann sum ungur helt, at listamaðurin mátti vera tann mest virdi persónurin í einum samfelag, tí hann leggur mest fyri. Tað varð nú brátt, at hann fekk greiðu á, at tað er beint øvut: tað eru ikki mong, sum brýggja seg um, tíansheldur virða ein listamann.

Í teimum fyrstu bókunum er høvuðspersónurin mangan listamaður, ella hann hevur ætlanir tann vegin. Í tí stórfingnu »Frænir eitur ormurin« tekur høvundurin avleiðingarnar av tí kjakkenda, og letur høvuðspersónin vera blaðmann og politikara í einum samfelag í upploysing, har høgrapopulistiskar kreftir taka valdið. »Gamansleikur« I-II og »Rekamaðurin« eru skemtiligar dagdvøljur, og »Tey telgja sær gudar« hevur Alfred Adler í baksýnini. Eitt sindur ironiskt kann tað tykjast, at høvuðspersónarnir eru synir ein listamann, og at tað akkurát er vegna ta vanvirðing, teir hava møtt í uppvøkstrinum, at tað gongur teimum so illa seinni í lívinum.

Í tí higartil størstu menningarskaldsøguni á føroyskum, »Á ferð inn í eina óendaliga søgu«, er høvuðspersónurin Hugin ein listasál, ið hevur havt samband við yvirnatúrligar kreftir. Listamaðurin finst í øllum skaldskapinum, men í ymiskum hami.

Í øllum teimum mongu orðaskiftunum í skaldskapinum hjá Jens Paula Heinesen verður ført fram, at tað ikki er stórur munur á fascismu og kommunismu. Sæmbært høvundin er einasti dialektikarin hann sum stuðlar tí demokratiska samfelagnum. Øll onnur eru stirðnað í teirra meiningum, júst tí tey ikki eru dialektist.

Meðan ein høvundur sum Heðin Brú lýsir tað nýggja ídnaðarsamfelagið sum ein avgjørdan framburð, uttan tó at undirmeta tað gamla samfelagið, so førir Jens Pauli Heinesen atfinningar fram ímóti nútíðarsamfelagnum. Hann setir ikki á nakran hátt tað undanfarna samfelagið fram sum fyrimynd, men lýsir skeivleikar og sakn í okkara samfelag, serliga har munurin gerst ov stórur millum ta framkomnu tøknifrøðina og tað andaliga vesæladømið. Allastaðni í skaldskapinum hjá Jens Paula er bardagin hjá tí intellektuella móti hesi armóð og tí dølskleika, sum hevur við sær, at tú ikki hugsar sjálvur, men í staðin letur onnur gera tað fyri teg.

Vovið saman við hesum høvuðstema - listamaður mótvegis samfelag - eru nógv onnur temu: tíðin sum fyribrigdi, minnilutakenslur sum rakstrarmegi at vinna vald á øðrum, tann viðføddi frumangistin, kensluloysi í náttúruni og so kynslívið.

Í eini skjótt tretivu ára gamlari grein ger høvundurin hesa niðurstøðu: »At hava hjartalag fyri øllum, bøðili, offuri og ringasta brotsmanni, tað er uppgávan hjá honum, ið skrivar«.