?og Johannes Berg selur nú Suzuki

Ímyndin av Mazdabilunum í Føroyum, Jóhannes Berg, hevur mist umboðið. Eftir 1. juli fer hann at umboða Suzuki í Føroyum

Tað kom rættuliga óvart, at Berg Motors í Havn ikki longur hevur Mazdaumboðið í Føroyum. Í tíðindaskrivi sigur Berg Motors, at fleiri broytingar eru farnar fram á bilamarknaðinum í Evropa, eitt nú tað, at Ford hevur fingið so stóra ávirkan á leiðsluna í Mazda International.
Hetta hevur havt við sær, at í Føroyum skal Mazda í framtíðini seljast av einum umboð undir danska Ford/Mazda innflytaranum. Tí kann beinleiðis innflutningurin av Mazda hjá Johannes Berg úr Japan ikki halda fram, sigur felagið.
Berg Motors hevur tí tikið yvir Suzuki umboðið frá Eyðbjørn Hansen í Havn.
? Fyri at tryggja eina høga tænastu og yfir at umskipanin skal vera til minst møguligan ampa fyri kundarnar, er avtalað við Eyðbjørn Hansen, at hann skal upplæra starvsfólk hjá Berg Motors og í eina tíð vera við í umvælingunum og servisering av Suzuki-bilunum, sigur Berg Motors.
Berg Motors leggur eisini dent á, at felagið framvegis hevur nógvar Mazdabilar á goymslu og nógvar eykalutir. Tí fer felagið framvegis at selja selja bilar og eykalutir í eina tíð enn, og tey fara eisini at umvæla Mazda-bilar til kappingarførar prísir.