Orðið ognarskattur fær flestu føroyigar at loypa upp úr stólinum. Kortini er júst hesin skattur eitt av tilmælunum, sum Búskaparráðið kemur við í sínari hálvárligi frágreiðing.
- Nú skulu vit minnast til, at ognarskattur bert er eitt av mongum tilmælum. Hinvegin er ognarskatturm ein ógvuliga støðug inntøka í mun til annan skatt og avgjøld, ið eru sera nógv tengd at sveiggjunum í búskapinum, sum eru serliga nógv í Føroyum, sigur Thomas Dam, formaður í Búskaparráðnum.
Formaðurin sigur, at teir í Búskaparráðnum hava ikki læst seg fastar í nakrar smálutir, tí tá gera teir seg inn á politisku skipanina.
- Vit kunnu vís á nakrar møguleikar, og um og hvussu politiska sipanin síðani føriri teir út í veruleikan er upp til teir, sigur Thomas Dam.
Tað finnast fleri ymiskir mátar at taka inn ognarskatt. Og har er neyðugt at definera, hvat ein ogn er, og hvørjar ognir í fall skulu skattast.
- Okkara tilmæli og okkara útrokningar halla greitt til bert at skatta sethúsaognir. Og har vísa okkara útrokningar, at samlaði sethúsamarknaðurin í Føroyum hevur eitt virði á 22 milliardir krónur. Verður ognarskatturin ásettur til 0,25%, fara eini hús í virði á 1,5 milliónir krónur at skula gjalda 300 krónur um mánaðin í ognarskatti. Hetta fer so at geva landskassanum eina intøkiu á millum 50 og 55 milliónir krónur um árið, sigur Thomas Dam.
Sethús
Men fyri at ognarskattur kann inførast er fyrst neyðugt, at øll sethús verða virðismett.
- Talan má tí gerast um eina almenna virðismeting av øllum sethúsum í landinum, og finnast kann fram til ein rættvísan ognarskatt. Tískil skulu nakrar fyritreytir uppfyllast, áðrenn ein møguligur ognarskattur av sethúsum kan setast í gildi, sigur Thomas Dam.
Formaðurin í Búskaparráðnum leggur dent á, at teir í fyrstu syftu bert hava hugsað um sethús, og at aðrir bygningar og aðrar ognir ikki eru inni í myndini hjá ráðnum.
- Tað hevði verið at gingið politisku skipanini ov nær. Ognarskattur hevur altíð verið eitt tabu-avni í Føroyum, og tað er spell, tí hesin skattur virkar fínt í øllum londum uttan um okkum, og tí eigur hann eisini at virka her heima hjá okkum, sigur Thomas Dam.
Men eitt er, at vanligi føroyingurin loypir upp við báðum beinum tá orðið ognarskattur verður nevnt.
- Eisini í miðlunum verður fokuserað ógvuliga nógv á ognarskatt, tá hesin møguleikin verður nevndur, og tað er líka stórt spell, heldur Thomas Dam.
Sum nevnt leggur Búskaparráðið í fyrsta umfari bert upp til, at sethús verða skatta sum ogn, men hvørja móttøku hetta uppskotið so fær í politisku flokkunum er ein onnur søga.
Hinvegin er ognarskattur bert ein av mongum møguleikum, sum Búskaparráðið nevnir, og vit fara seinni í vikuni at viðgera frágreiðingina frá ráðnum í síni heild gjøllari.