Næstu dagarnar er væntandi, at ein ógvuslig hitabylgja fer at herja í pørtum av Suðurevropa.
- Í Spania er væntandi, at hitin í støðum kann koma upp í heili 42 stig sunnudagin og aðrastaðni í landinum uppí 40 stig.
Hetta skrivar Verdens Gang í dag.
Lagt verður aftat, at Portugal, Grikkaland og partar av Italia eisini verða rakt av hitabylgjuni, og í hesum londum kann hitin koma uppí eini 39-40 stig.
Veðurlagsstovnurin í Spania hevur sagt, at hitin, sum kemur úr norðara parti av Afrika, kann gerast hin mesti í 70 ár.
Sambært veðurlagsgranskarum fara hitabylgjur helst at gerast meira vanligar, eins og tær fara at vara longri, sum árini ganga.
Lagt verður aftrat, at hetta er eitt úrslit av veðurlagsbroytingum.