Ógvusligur hitamunur í Kina

Í gjár vóru út við 80 stig á muni millum kaldasta og heitasta stað í Kina.

Her sæst ein partur av kinesiska múrinum við Shuiguan, norðanfyri Beijing.

Skiftandi veður hevur skapt ótrúligan hitamun í Kina seinastu vikuna.

Í størsta landsluti í Kina, sum kallast Xinjiang, vórðu máld heili 45,4 kuldastig fríggjamorgunin, og hetta er nýtt kuldamet í økinum.

 

Men, samstundis sum hesin parturin av landinum setir kuldamet, eru fleiri enn 30 hitastig í Sanya har suðuri í Kina.

 

Tað merkir, at út við 80 stig eru á muni - í sama landi - frá kaldasta staðnum til heitasta staðið í landinum.

 

Xinjiang liggur í útnyrðingspartinum av Kina, men tað er enn kaldari í býnum, Wuma, sum liggur í landnyrðingspartnum av Kina.

 

Her vóru nevniliga máld 46,6 kuldastig í gjár.

 

Kuldametið í Kina er annars 52,3 stig, sum varð mált hin 31. januar 1969 í Mohe, sum liggur einar 300 kilometrar norðanfyri Wuma.

 

 

 

Her sæst ein partur av kinesiska múrinum við Shuiguan, norðanfyri Beijing.