Ójavnt í javnleiki millum Chelsea og United

Premier League: Oddaliðið í Chelsea var í gávuhýri og tað mundi endað við sigri til Manchester United

Seinasti dysturin í 13. umfari í Prmier League endaði við javnleiki 1-1 millum Chelsea og Manchester United. Chelsea var greitt omaná leikliga, men tað kundi eisini endað við sigri til Manchester United.

 

Sjálvdan hevur tað verið so ójavnt í einum jøvnum dysti millum tvey av stóru feløgunum í Premier League, sum tá Chelsea í dag fekk vitjan av Manchester United. Tað endaði 1-1, eftir at Jadon Sancho hevði lagt gestirnar á odda tíðliga í seinna hálvleiki.

 

Eftir at hava verið omaná leikliga allan fyrr hálvleik, so var talan um eina gávu frá Jorginho, ið ikki megnaði at temja bóltin í vandamiklari støður. Jadon Sancho takkaði fyri og skoraði til 1-0.

 

Nú legði Chelsea enn meira fyri og tað gav úrslit, men ikki fyrr enn Manchester United hevði havt eitt skjótálop ella tvey. Tá so útjavnandi málið kom var tað upp á brotsspark, sum Jorginho skoraði uppá.

 

Hóast Chelsea var greitt omaná, so kundi Manchester havt skoraði eftir enn eini gávu. Hesa ferð frá málverjanum, men Fred valdi at spæla hetja og tað spældi ikki av. Við at kalla seinasta sparkinum í dystinum kundi Antonio Rüdiger tryggjað Chelsea sigurin, men skotið fór uppum.

 

1Chelsea1393131:530
2Man City1392227:729
3Liverpool1384139:1128
4West Ham1372424:1623
5Arsenal1372415:1723
6Wolves1362512:1220
7Tottenham1261511:1719
8Man Utd1353521:2218
9Brighton1346312:1418
10Leicester1353520:2318
11Crystal Palace1337319:1916
12Brentford1344517:1716
13Aston Villa1351718:2116
14Everton1343616:2015
15Southampton1335511:1814
16Watford1341818:2413
17Leeds1326512:2012
18Burnley1216514:209
19Norwich City132387:279
20Newcastle1306715:296