Ókendur lutur funnin við Nord Stream 2-rørleiðing

Danskir myndugleikar meta, at lutur funnin við rørleiðing ikki er tli vanda fyri fólk ella skipaferðslu

 

Sambært Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharra, er luturin, sum er funnin við sprongda gassleiðingin, ikki nakar trygdarvandi. (Arkivfoto). - Foto: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix

Danskir myndugleikar eru gjørdir varugir við,at funnin er ein lutur við Nord STream 2-rørleiðingin, sum sprongdist í fjør.

Tað váttar Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri fyri DR uttan at greiða nærri frá, hvønn lut talan er um.

– Myndugleikar okkara meta, at tað ikki er nakar trygdarvandi og harvið heldur ikki fyri mannalív ella skipaferðslu, sigur hann við miðilin.

Tað er felagið, sum eigur rørleiðingin, sum hevur váttað fyri donskum myndugleikum, at hesin luturin er funnin.

Sambært russiska forsetanum, Vlademir Putin, hevur eitt skip frá russiska gassfelagnum Gazprom funnið prógv fyri, at ein spreingiløðing er nærindis rørleiðingin.

– Serfrøðingar halda, at tað kann vera ein antenna til at taka ímóti signali til at detonera eina spreingieind, sum kundi hava verið – er eri ikki vísur í tí, men tað er møguligt – planta undir rørleiðingin, sigur hann við ríkistíðindastovuna Tass.

Luturin er sambært danska uttanríkisráðharranum staðfestur við myndum av felagnum, sum eigur leiðingin.

– Eisini hava tey vent sær beinleiðis til sendistovu okkara í Russlandi, sigur Lars Løkke Rasmussen.

– Tað taka vit sjálvandi stórum álvara, og tað skal kannast.

Tann 26. september í fjør greiddi Metta Frederiksen frá á tíðindafundi, at donsku myndugleikarnir greitt mettu, at lekin var úrslit av tilvitaðum gerðum.

Danmark hevur loypandi kunnað Russland um kanningarnar, upplýsir Uttanríkisráðið fyri Ritzau.

– Tey sum reka leiðingin, Nord Stream AG og Nord Stream 2 AG, hava biðið donsku myndugleikarnar um loyvi til at fresta sjómátingar í samband við skaðarnar á rørleiðingin, sigur ráðið.

Tilsamans fýra gasslekar á gassleiðingin eru váttaðar.

Sambært donsku myndugleikunum vóru tað spreingingar, sum elvdu til skaðarnar.

Vladimir Putin hevur víst aftur gitingum um russiska íblandan. Hann hevur sagt talan vera um »áltjóða yvirgang«.

/ritzau/

 

 

 

Sambært Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharra, er luturin, sum er funnin við sprongda gassleiðingin, ikki nakar trygdarvandi. (Arkivfoto). - Foto: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix