Ókeypis barnatiltak við Svansi-Bob verður í morgin

Í morgin klokkan 15 skipar Bókadeild Føroya Lærarafelags fyri hugnaligum útgávutiltaki fyri børnum á barnabókasavninum í Havn.

Svansi-Bob er ein spildurnýggj myndabók, sum Joan Waag Høgnesen hevur skrivað, og Hans Jacob Østerø hevur myndprýtt. Hetta er ein herlig og svansut søga við stuttligum myndum um svanga grísin, Bob, sum fer sín fyrsta túr inn í býin at fáa sær okkurt lekkurt at eta.

 

Í morgin, leygardagin hin 31. august klokkan 15, verður hugnaligt og ókeypis útgávutiltak á Barnabókasavninum í Havn, og tað er Bókadeild Føroya Lærarafelags, sum skipar fyri. Rithøvundurin fer at lesa søguna, og Christina Eriksen fer at syngja nakrar barnasangir.

 

Tá sjálvt útgávutiltakið er liðugt, fáa øll okkurt søtt og lekkurt, og møguleiki verður at keypa bókina fyri serprís. Høvi verður eisini at hitta rithøvundan og myndprýðaran, og bæði Joan og Hans Jacob tíma væl at signera bøkur! 

 

Til kunningar kunnu vit leggja aftrat, at Barnabókasavnið er á 3. hædd á Býarbókasavninum í Havn.

 

Joan Waag Høgnesen er námsfrøðingur og arbeiðir í frítíðarskúlanum á Argjahamri. Hon býr á Argjum, og Svansi-Bob er hennara fyrsta bók.

 

Hans Jacob Østerø, sum hevur myndprýtt, býr í Klaksvík. Hann hevur útbúgving í margmiðlasniðgeving og arbeiðir eitt nú sum fríyrkismyndprýðari.

 

##med2##

 

Bob er ein grísur, sum elskar at eta. Hann hevur hoyrt, at lekkur matur er at fáa í býnum.  

 

Men, hevur tú nakrantíð hugsað, hvar orðið svansibob kemur frá? Nei, tað hevur tú ikki, og tað hevur 

 

Tað hevur heldur ikki, og hann skilir ikki, hví øll kalla hann soleiðis, og hví øll eru so ill, tí Bob, sum bókin snýr seg um, er jú bara svangur.

 

- Øll eru hjartaliga vælkomin til ókeypis tiltakið á Barnabókasavninum, sum byrjar í morgin klokkan 15, sigur Bókadeild Føroya Lærarafelags.