Eisini Fuglafjarðar kommuna skipar nú fyri ókeypis busskoyring. Talan er tó ikki um busskoyring í Fuglafirði sum so, men millum Fuglafjørð og Kambsdal.
Fuglafjarðar kommuna fer í morgin undir ókeyps koyring leið 410 millum Fuglafjørð og Kambsdal.
Bussleiðin byrjar í morgin, mánadagin, tá børnini byrja aftur í skúla. Ætlanin er at royndarkoyra árið út og síðani gera eina eftirmeting av skipanini.
– Øll sum búgva í Fuglafjarðar kommunu kunnu brúka bussleiðina ókeypis. Nýggja skipanin krevur ikki, at hvørt viðskiftafólk skal hava eitt busskort við til túrarnar, skrivar Fuglafjarðar kommuna.
– Vit vóna, at borgarin fer at taka væl ímóti hesi ætlan, og at bussleiðin fer at verða nógv brúkt, sigur Fuglafjarðar kommuna.
Ferðaætlanin er tann sama sum áður galdandi