Skulu vit í Løgtinginum vera veðurhanar, sum skifta meining í heilum, ella skulu vit vera vegvísarar, ið ganga á odda? Tað er spurningurin Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi seta, nú Løgtingið fer at taka støðu til, um Jenis av Rana skal fáa heimild til at seta tiltøk í verk ímóti Russlandi.
Sum vit skrivaðu í áðni, er samgongan sinnað til tað - men við teimum avmarkingum, at tað skal ikki raka okkara fiskiveiðiavtalu við Russland, ella okkara fiskaútflutning til Russlands.
Les meiri her: Vilja tryggja sær at Jenis av Rana ikki sleppur ov langt
Tað taka tey í Javnaðarflokkinum og Tjóðveld eisini undir við. Men tey eru sinnað at fara longri enn samgonganm tí tey eru ikki í iva um, at vit eiga at gevast við samhandlinum við Russland. Álopið á Ukraina er ikki bara brot á grundleggjandi altjóðarættarligar reglur, men tað er eisini moralskt, etiskt og menniskjaliga forkastiligt. Tískil eiga vit at fordøma krígsgerðirnar hjá Russlandi. Ikki bara í orðum, men eisini í verki, siga tey í Tjóðveldi og í Javnaðarflokkinum.
Tí halda tey, at vit eiga ikki at fylgja vesturheiminum treytaleyst. Hinvegin halda tey, at vit í Føroyum eiga at taka avgerðir um okkara tiltøk við støði í okkara egna búskapi og møguleikum.
– Eitt kríggj í Evropa hevur stórar avleiðingar fyri øll. Eisini Føroyar. Vit eru ein partur av heimssamfelagnum – og vit skulu gera okkara part. Handil kann økja um vælferð, men uttan okkara rættindi, frælsi og samhaldsfesti, eru vit fátæk, siga tey í andstøðuni. Tí skulu vit taka eina avgerð út frá okkara demokratisku virðum – og ikki einans út frá peningaligum virðum.
Tey siga, at í uttanlandsnevndini hava tey fingið upplýst at samhandilin við Russland er at kalla uppsteðgaður tí í roynd og veru ber tað ikki til at hava samhandil við Russland eftir handilstiltøkini, sum altjóða samfelagið longu hevur sett í verk.
– Vit eru stolt av, at okkara forfedrar sigldu fisk til Bretlands undir seinna heimsbardaga. Vit høvdu ikki verið so stolt, um okkara forfedrar høvdu siglt fisk til Týsklands undir seinna heimsbardaga. Og okkara eftirkomarar fara neyvan at verða stoltir av okkum, um vit metta russiska fólkið, samstundis sum russiska krígsmaskinan bumbar eitt frælst land og ósek fólk, sga tey í tjóðveldi og í Javnaðarflokkinum,
Tey siga, at eingin veit, hvussu morgindagurin verður í Evropa. Kríggið kann gerast meira umfatandi, enn vit kunnu ímynda okkum. Tí er hetta ein avgerandi løta, og vit kunnu spyrja okkum sjálvi: Skulu vit fólkavaldu vera veðurhanar, sum skifta meining í heilum ella skulu vit vera vegvísarar, ið ganga á odda, siga tey. Tey halda, at her eigur ikki at vera nakar ivi. Politiska skipanin skal vera vegvísari. Tí vit skulu minnast til hetta: Gevast russarar við at krígnum, er friður. Men gevst ukrainska verjan, er einki Ukraina, sum tey taka til.
Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi siga, at hóast tað kann verða ringt, verður tað kortini lættari, um Landsstýrið Løgtingið, vinnulívið og borgarar standa saman um hetta. Tí hava tey staðiliga mælt til, at allir flokkar verða umboðaðir í eini demokratiskari viðgerð av tiltøkum, ið skulu setast í verk. Og minnilutin heitir enn einaferð á landsstýrið um at tryggja hetta.
Annars vísa tey á, at hetta uppskotið, sum Løgtingið nú fer at samtykkja, gevur landsstýrismanninum sera víðar heimildir og tí høvdu tey viljað, at lógin var neyvari. Talan er um eina heimildarlóg, sum kann hava stóran týdning fyri Føroyar, siga Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi. Tí vænta tey avgjørt, at landsstýrismaðurin ráðførir seg við Løgtingsins Uttanlandsnevnd, so hvørt sum landsstýrismaðurin brúkar heimildirnar í hesari lóggávu, siga teir báðir stóru andstøðuflokkarnir.