Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanlandsmálum, fær nú heimild til at seta tiltøk í verk ímóti Russlandi. Hann hevur biðið Løgtingið um heimild til at seta tiltøk í verk ímóti Russlandi, og nú málið hevur verið til viðgerar í uttanlandsnevndini, er tað eisini greitt, at hann fer at fáa heimild til tað.
Men samgongan ætlar at tryggja sær at hann ikki sleppur serliga langt. Tey vísa á, at høvuðs fortreytin er, at vit seta tey tiltøk í verk, sum vesturheimurin er samdur um at seta í verk. Endamálið er at seta felags tiltøk í verk fyri at forða fyri, at tað virksemið, sum verður rakt í einum landi, bara verður flutt til onnur lond. Men fyribils eru nøkur undantøk tí endamálið er at raka vanliga borgaran í ES, og í Russlandi, sum minst, sigur samgongan.
Tey í samgonguni leggja eisini dent á at verða tiltøk sett í verk, sum hava stóran týdning fyri føroyska samfelagið, ráðførir landsstýrismaðurin seg við Uttanlandsnevndina fyri at tiltøkini verða kjølfest í politisku skipanini.
Men har, sum tað av álvara hevur týdning fyri føroyska búskapin, sleppur Jenis av Rana kortini ikki at seta tiltøk í verk. Og tað er í sambandi við okkara útflutning til Russland og tað er í sambandi við okkara fiskiveiðisamstarv við Russland. Tað merkir, at skulu tiltøk setast í verk, sum raka okkara útflutning til Russland, ella okkara fiskiveiðisamstarv við Russland, kann tað ikki gerast, uttan at Løgtingið samtykkir tað við eini serligari lóg.
Samgongan sigur, at hetta er bæði fyri at landsstýrismaðurin ikki skal standa einsamallur við eini so týðandi avgerð og fyri at øll politiska skipanin kann taka støðu til hesi málini. At gevast við týðandi búskaparligum samstarvi við eitt land, er eitt sera álvarsamt og sjáldsamt stig, sum kann hava stórar avleiðingar fyri samfelagið og vinnuna, sigur samgongan.
Eitt úrslit av hesi avgerðini í samgonguni er, at fær tað avleiðingar fyri okkara fiskiviveiðiavtalu við Russland, kann Jenis av Rana ikki seta bann fyri at russisk skip koma í føroyska havn. Meginparturin av føroyska útflutninginum er fiskavørur. Tiltøk, sum fáa avleiðingaar fyri føroyskan matvøruútflutning eru eitt so stórt stig, at Løgtingið eigur at samtykkja hetta, sigur samgongan.