Okkara gluggi úteftir og inneftir

NORÐURLOND. - Fyri norðurlendska samleikan og felagsskaparkensluna fær Den Nordatlantiske Brygge ómetaliga stóran týdning, sigur leiðarin á Føroysku Viðskiftastovuni í Keypmannahavn, Trygvi Johansen

Turið Kjølbro


Nevndin í Den Nordatlantiske Brygge hevur eina stóra uppgávu fyri framman. Enn er verkætlanin á einum fyrireikandi stigi, men nevndin hevur fingið ikki so lítið frá hondini, síðani hon fór til verka í vár. Danski staturin hevur latið bygningin til endamálið, og londini, sum eru við í ætlanini hava góðkent verkætlanina. Endalig tilsøgn um stuðul er kortini ikki komin úr Íslandi enn, men hon er á veg.

- Noreg hevur fyribils boðað frá, at tey hava ikki áhuga í at vera við, men tey lata kortini dyrnar standa á glopp. Fyri 2-3 árum síðani fingu norðmenn nýggja sendistovu í Danmark og tí hava teir ikki tørv á einum slíkum staði, sigur Trygvi Johansen, ið vegna Føroya Landsstýri situr í nevndini í Den Nordatlantiske Brygge.

Føroya Landsstýri hevur boðað frá, at tað stuðlar ætlanini. Tær írestandi 80 mió. krónur, sum eru eftir at útvega til ætlanina, skulu útvegast úr grunnum, við láni og sum partapeningur. Partapeningurin verður 20 mió. krónur og føroyski parturin verður fýra mió. krónur. Á komandi løgtingslóg verður ein partur av hesi upphædd játtaður.

Tá ið hetta árið er úti skal nevndin hava útvegað alla fíggingina, tilsøgn um lán frá Realkreditinstituttinum skal vera komin uppá pláss umframt endaligu tilsøgnirnar úr ymsu londunum, ið eru við. Ikki fyrr enn alt hetta er komið uppá pláss hvílir verkætlanin í sær sjálvari. Fólkini, ið stríðast fyri verkætlanini, eru ikki hvørji sum helst, men fyrrverandi íslendski forsetin, danskir politikarar, hirðstjórin í danska hovinum, stjórin í fólkatinginum, og nógv onnur stór nøvn.

Tá ið Den Nordatlantiske Brygge verður veruleiki, flytir Føroyska Viðskiftastovan í Keypmannahavn eftir øllum at døma í bygningin. Hvørjir aðrir føroyskir stovnar, felagsskapir, feløg og onnur fara at halda til á Grønlendske Handels Plads er ringt at meta um so tíðliga.

- Teir stovnar, har nógv fólk vitja dagliga, liggja ikki væl fyri har úti, tí tað er eitt sindur uttan fyri býin. Eitt nú hevði Føroyahúsið eftir mínum tykki ikki ligið væl fyri har, men hinvegin kundu størri tiltøk, veitslur, fundir og annað, sum verður fyriskipað í Føroyahúsinum, verið har, sigur Trygvi Johansen.

Føroyska Viðskiftastovan liggur sera væl fyri í hjartanum í Keypmannahavn sum er, men leiðarin á Viðskiftastovuni fer kortini at viðmæla, at stovnurin verður fluttur, tá ið Den Nordatlantiske Brygge verður tikið í nýtslu.

- Øll mugu ofra nakað fyri verkætlanini. Fyri tann norðurlendska samleikan og felagsskaparkensluna fær Den Nordatlantiske Brygge ómetaliga stóran týdning. Bygningurin verður ein gluggi úteftir, eitt amboð, sum kann brúkast á ymiskan hátt. Samstundis verður verætlanin ein góður møguleiki hjá fólki, ið ikki kenna so nógv til hesi londini, sum eru við, at fáa upplýsingar um livikor, lívstreytir, søgu og annað. Eitt nú fer at bera til hjá okkum at hava verandi og ferðaframsýningar um føroyska grinddrápið. Tað er ørgrynna av møguleikum at gera søguligar framsýningar í bygninginum, sigur Trygvi Johansen.