Í blaðnum í gjár vóru røddir frammi, sum settu spurnartekin við grundarlagi hjá landsliðsvenjaranum Henrik Larsen og hjálparvenjara hansara Jógvan Martin Olsen fyri at taka út teir bestu leikararnar til føroyska landsliðið. Danski høvuðsvenjarin sigur tó, at eftir hansara tykki er hetta ikki nakar trupulleiki.
Meiningarnar eru nógvar
Henrik Larsen sigur, at allastaðnis í heiminum eru tað túsundtals meiningar um, hvussu eitt fótbóltslið stendur seg best. At fólk halda tað verða skeivt, soleiðis sum skipanin við venjaraparinum er í løtuni, hevur hann sum so ikki nakrar serligar viðmerkingar til, tí tað er soleiðis, at Fótbóltsamband Føroya hevur valt at arbeiða.
Stóri danin sær tað ikki sum nakran trupulleika, at hjálparvenjarin, Jógvan Martin Olsen, eisini er venjari hjá einum føroyskum 1. deildarfelagi. Eg haldi, at tað er í lagi, at Jógvan Martin er venjari hjá NSÍ, tí tað eru so fá feløg og leikarar í Føroyum, at hann saktans fær hildið eyga við landsliðsleikarum javnan, millum annað tá ið teir leika móti NSÍ, sigur Henrik Larsen. Somuleiðis sigur landsliðsvenjarin, at eftir hansara tykki er Jógvan Martin ein so dugnaligur venjari, ið hevur sera stórt innlit í føroyskan fótbólt og føroyskar leikarar, at hann er sera væl skikkaður sum hjálparvenjari á landsliðnum.
At Henrik Larsen ikki sær nóg nógv til føroyskan fótbólt, er landsliðsvenjarin heldur ikki samdur í. Hann sigur, at hóast kappingin ikki er meiri enn byrjað, so hevur hann longu sæð tey allarflestu landsliðsevnini í ár og vísir á, at hann hevur heilt nógvar ferðir í Føroyum síðani vetrarsteðgin. Hvussu ofta hann hevur verið, dugir Henrik Larsen tó ikki at siga, men tað man tátta í tíggju ferðir seinastu tríggjar mánaðirnar. Tískil metir hann seg sjálvan verða rímuliga væl fyri, hvat viðvíkur gongdini hjá teimum einstøku spælarunum.
Hevði fund við venjarar í vikuskiftinum
So seint sum undanfarna vikuskifti var Henrik Larsen í Føroyum og hugdi eftir dystum í steypakappingini. Eisini var ein fundur hildin við venjararnar hjá teimum føroysku 1. deildarfeløgunum, men her harmast landsliðsvenjarin um, at tað einans vóru 6 av teimum 10 venjarunum, ið møttu upp til fundin. Á fundinum vóru venjararnir hjá teimum ymisku feløgunum kunnaðir um, hvørjir leikarar í løtuni eru inni í myndini til landsliðið, og hvørjir eru á væl á veg.
At tað altíð eru teir somu leikararnir, ið verða úttiknir, er Henrik Larsen heldur ikki samdur í. Hann sigur, at sjálvsagt er ein stamma á liðnum, men útskiftingar eru eisini í hópinum. Vit arbeiða við einum bruttohópi upp á okkurt 35 leikarar, men undan hvørjum einkultum dysti úttaka vit teir 18 leikarar, ið vit meta kunnu gera tað best fyri føroyskan fótbólt bæði í løtuni og í framtíðini, sigur Henrik Larsen. At vit hava henda bruttohóp, merkir tó ikki, at aðrir leikarar ikki eru inni í myndini, tí tað eru heilt nógvir leikarar upp á tal, sigur hann. Sjálvur heldur Henrik Larsen, at liðið og úrslitini seinastu árini vísa, at føroyska landsliðið er á rættari kós.
Gevur kanska FSF okkurt at hugsa um
At fólk koma fram við sínum hugsanum, hevur føroyski landsliðsvenjarin einki ímóti. Hann sigur tað verða í fínasta lagi, at tað eru ymsar meiningar um landsliðsarbeiðið, tí tað vísir, at tað er áhugi fyri føroyska landsliðnum.
Henrik Larsen sigur seg ikki hava nakran trupulleika við at ferðast millum Danmark og Føroyar, heldur enn at búsita seg her á klettunum. Tó sigur hann, at tað kanska er vert hjá FSF at umhugsa, um teir skulu seta tað sum krav, næstu ferð ein landsliðsvenjari verður settur, men hetta er nakað, sum leiðslan í FSF skal avgerða á einum nevndarfundi, og sum eg ikki skal blanda meg uppí, sigur hann. Eg eri settur undir nøkrum treytum, sum FSF hevur ásett, og so kunnu fólk verða samd ella ósamd í teimum treytunum, um tey vilja tað, sigur Henrik Larsen.
Fyrireika seg til Hollands-dystin
Næsta uppgávan hjá føroyska fótbóltslandsliðnum er spennandi venjingardysturin ímóti Hollandi, sum verður leiktur í Sveiss tann 1. juni. Føroyski landsliðsvenjarin sigur, at hópurin til henda dyst verður úttikin fyrst í næstu viku, men tað er enn ógreitt, hvussu tað verður við summum av útisetunum. Leikdagurin er ikki UEFA-góðkendur leikdagur, og tí hava feløgini ikki skyldu til at lata sínar spælarar leysar til dystin. Bæði í Danmark og í Íslandi verður spælt dagin fyri sjálvan landsdystin, og tí er ógreitt, hvussu verður við eitt nú Julian Johnsson, Hans Fróða Hansen, Fróða Benjaminsen og Johan Byrial Hansen, sigur Henrik Larsen, sum tó vónar, at leikararnir fáa frí, tí talan er um ein sjáldsama áhugaverdan dyst, sum verður eitt minni fyri allar leikararnar.