Kjøt og sós
Hetta skalt tú brúka:
1 kulottusteik uppá uml. 3. kg
1 leyk
200 gr. av soppum
1 l. av neytasoði
2 dl. av whisky
Soleiðis gert tú:
Steik kjøtið í 2-3 x 20 min við steðgum uppá 15 min.
Sós:
1.Sker leyk og soppar í tunnar flísar og steik í grýtu, inntil alt er ljósabrúnt
2.Stoyt whisky í og lat kóka
3.Stoyt neytasoð í, fá uppá kók og ger útá við maisena.
Eplir:
6 stór eplir
1 reyðan leyk
3 várleykir
100 gr. av soppum.
Soleiðis gert tú:
Rív eplir niður á eina plátu við bakipappíri
Sker leyk, soppar og várleyk smátt og koyr á eplini
Píska 4 egg saman og stoyt tey á eplini
Set plátuna í ovnin í uml. 15. min.
Tak plátuna út , rulla sum eina rullukøku og set inn aftur í ovnin í 15. min.
Sker eplini í flísar og borðreið beinanvegin.
Kaffidessert
Hetta skalt tú brúka:
6 bløð av husblas
3 egg
75 gr. av sukri
125 gr. av sjokulátu
1 dl. av sterkum kaffi
4 dl. av róma
Soleiðis gert tú:Set husblas í kalt vatn í uml. 5 min.
Píska egg og sukur til alt er skúmandi
Rív sjokulátuna niður í husblasið
Stoyt kaffi í og rør væl saman
Koyr síðani pískaðu eggini í
Píska róman og koyr hann í til seinast.
Dessertin kann pyntast við alskyns fruktum og róma.