? Okkara sangur er tann stillasti

TÓNLEIKUR: BARNA- OG UNGDÓMS GRAND PRIX: Við sanginum »Du er min kærlighed« fer bólkurin »Zabian Zoul« at royna at vinna danska barna- og ungdóms grandprixið, sum verður sent beinleiðis í DR1 í kvøld. Tónleikin hevur havnarmaðurin Eyðfinnur Jensen lagt til rættis

 

 

Í kvøld kl 19:15 danska tíð sendir danska sjónvarpsrásin, DR1 barna- og ungdóms Melodi Grand Prix. Hetta er aðru ferð, at skipað verður fyri slíkari kapping, sum nú verður nevnd MGP 2001.

Í ár verður serliga nógv gjørt burturúr ? bæði tí, at tiltakið eydnaðist so væl í fjør, og tí at altjóða Melodi Grand Prix kappingin verður í Danmark í ár.

Vertirnir í kappingini hesaferð eru Camilla Ottosen frá »Børne1eren« á Danmarks Radio og René Dif úr Aqua.

At talan er um viðurkenda kapping kunnu nøvnini á gestunum verða borganin fyri, tí millum nøvnini eru Mel B úr Spice Girls, A One, dreingjaband úr Noreg, S.O.A.P. systrarnar, O-Town, sum eru kendir úr sjónvarpssendirøðini »Drengebandet« og Rollo & King, sum vunnu danska Grand Prix fyrr í ár.

Í kappingini í fjør vóru fimm finalistar. Í ár verða teir tíggju. Tá var eisini skipað fyri kappingini hósdag klokkan 15. At kappingin nú verður send beinleiðis í bestu senditíð leygarkvøld skuldi borgað fyri, at Danmark Radio hevur stórar vónir til kappingina.



Skulu hita upp í Parkini

Allir bólkarnir, sum eru við í finaluni í kvøld, verða við á eini fløgu, sum veðrur givin út við finaluløgunum. Vinnarin av kappingini fær eisini ein plátusáttmála við Virgin Music, sum er heimsins størsta plátufelag. Harumframt skal vinnandi bólkurin eisini hita upp til ársins sjónvarpshending í Danmark, tá sjónleikarin og undirhaldarin Søren Pilmark og Natasja Crone, journalistur og studiovertur fara at bjóða øllum Evropa til vælkomnum til Melodi Grand Prix 2001, sum verður í Parkini í Keypmannahavn fyri 35.000 áhoyrarum tann 12. mai.

Orsøkin til, at havnarmaðurin, Eyðfinn Jensen, er blandaður upp í danska barnagrandprixið er, at hann einaferð hevur gjørt tónleik fyri gentuna í bólkinum, »Zabian Zoul«, sum eitur Charlotte.

? Eg eri vinmaður lærara hennara, Søren, sum eg eisini havi arbeitt saman við, sigur Eyðfinn Jensen. ? Tað var ígjøgnum hann og eitt skúlaprojekt, at eg hitti hana fyrstu ferð.


Vald út millum yvir 1.000 onnur

Eyðfinn Jensen sigur, at tá ið Charlotte og Ercan so ætlaðu at fara við til Melodi Grand Prix, settu tey seg í samband seg.

? Tey høvdu saman við Sørini skrivað ein tekst og gjørt ein melodistubba, sum eg so arrangeraði og tók upp í studio okkara.

Og úrslitið var gott, tí sangurin rakti tey hjørtu, hann skuldi raka.

? Vertir, produsarar og stjórar á DR og Virgin vóru øll samd um, at sangurin »Du er min kærlighed« skuldi við. Tey søgdu, at tað var sera trupult at velja millum teir langt oman fyri 1.000 sangirnar, sum inn vórðu komnir, greiðir Eyðfinn Jensen frá.

Eftir at Zabian Zoul kom við í finaluna, hava Eyðfinn og Søren fylgt og hjálpt teimum allan vegin víðari.

- Tey flestu av hinum bólkunum hava havt onkran av foreldrunum við sum hjálparar. Vit kenna ábyrgd fyri teimum, og tá tey bæði bóðu okkum koma við út til DR til tann fyrsta fundin, so kundu vit ikki siga nei.

Eyðfinn Jensen greiðir frá, at tey hittu vertirnar, sum í stórum greiddu teimum frá, hvussu kappingin fer fram. Aftan á vóru tey á fundi við ein stjóra og ein produsara á Universal Music, sum greiddu teimum frá teirra leikluti, fløguni og høvuðsvinninginum.

? Teir greiddu okkum eisini frá reglunum, sum m. a. siga, at allir sangirnir skuldu takast upp av nýggjum. Tað er tí, at góðskan ikki var tann sama á øllum upptøkunum, sum vóru komnar inn, og fyri at øll skulu hava sama útgangsstøði, sigur hann.


Føroyskurbúnadesignari

? Upptøkurnar vórði gjørdar saman við einum produsara hjá Universal, Christian Borregaard, og vit eru sera væl nøgd við úrslitið, sigur Eyðfinn Jensen.

Hann sigur eisini, at tey hava hitt stylistar, hava verið til tað tey kalla foto session og havt vitjan av fleiri tídindafólkum, v.m. Umframt hetta hevur DR verið og tikið myndir til ein filmstubba, sum verdur sýndur á skíggjanum beint áðrenn tey skulu framføra sangin.


Sangurin hjá Zabian Zoul er ein sera romantiskur sangur, og tí skulu klæðini eisini hóska til, og til at hjálpa sær við hesum hava tey fingið Benadiktu Kruse úr Havn. Hon hevur bæði designað og seymað teimum klæðini til sjálva finaluna. Benadikta er designari, og fleiri av hennara verkum hava verið at sæð á teimum donsku sjónvarpsskíggjunum í seinastuni. Hon hevur gjørt klæði til James Olsen, sum spælir saman við Eran DD.

Eyðfinn metir, at møguleikarnir hjá Zabian Zoul at vinna kappingina eru á góðari leið.


At sigur at sleppa við

? Vit hava bert hoyrt brot úr hinum sangunum enn, men vit vita, at teir eru allir sera ymiskir, og at okkara er tann stillasti av teimum. Vit kunnu ikki gera annað enn at venja og annars at fyrireika okkum so væl tilber. Tað verður so upp til síggjarnar og dómararnar at geva stigini í finaluni, men vit kenna tað sum um, at vit longu hava vunnið ein sigur við at sleppa við til finaluna, sigur Eyðfinn Jensen.

Hann dylur kortini ikki fyri, at tey sjálvandi vilja vinna.

? Vit eru longu farin í gongd við at gera fleiri sangir, so vit í øllum førum hava eitt útspæl klárt aftan á finaluna, um so vit vinna ella ikki, sigur hann.

Hann heldur, at tey í øllum førum hava fingið nakrar góðar upplivingar og ikki so lítið av innliti í, hvussu stóra fyrireiking eitt slíkt tiltak krevur.

Hvussu leikur fer frætta vit um aftan á finaluna í kvøld.