At tey so ikki klára seg so frammaliga sum øll hini OECD londini í einari kanning, har nógvir næmingar fáa pening fyri at luttaka, er onki undarligt í. Eg fari ikki at samanbera við ein urtagarð, men tað er líkavið. Tað er eyðvitað, at eingin blóma kann vaksa uttan vatn, summar skulu hava nógv vatn aðrar eitt sindur minni, ímeðan nakrar skulu hava heilt lítið. Tær blómur, ið verða ansaðar best, gerast eisini tær vakrastu. Soleiðis er tað eisini við okkara ungdómi – alt kemur ikki av sær sjálvum, karmarnar MUGU vera har, fyri at skapa menning. Hetta hava vit vita leingi, men tað er nógv fyri, at ein útlendsk kanning av okkara børnum, skal til fyri at politikkarar rópa varskó. Nógv undra seg yvir, at so fáir lærarar eru frammi og klaga sína neyð. Tað má vera tí hugburðurin er, at einki hjálpir. Og teir sum klaga, enda við at gerast politikkarar og hava illa nokk traðkað fótin innum tingsins gátt, áðrenn teir hava gloymt nærum alt um kor fólkaskúlans. Blívur tú við at blæsa luft í eina ballón, so brestur hon sjálvsagt til síðst- ja lærararnir eru um at bresta (nógvir eru brostnir), tí arbeiðsuppgávurnar bara vaksa og karmarnir fylgja slettis ikki við. So ein innilig áheitan, til tykkum sum verða vald á ting í januar, frá mær sum lærari: Gevið fólkaskúlanum tí hægstu raðfestingina av øllum málum!! Syrgið fyri at lærarar fáa teir bestu karmarnir at arbeiða undir- m.a. góða eftirútbúgving, góða løn og syrgið m.a. fyri, at næmingarnir fáa bestu hølisviðurskiftini at mennast í - ikki lata næst-ella triðbest vera best. Vit eru so fá; vit eiga, mugu og skulu megna hetta stig. Okkara ungdómur hevur uppiborið betri enn at verða kallaður fyri sibbar! Gera tit tað, so kemur tað av sær sjálvum at geva eina góða ringrás. Glaðir og kveikjandi lærarar skapa ofta glaðar og dugnaligar næmingar sum so aftur skapa glað og vælnøgd foreldur. Voila! PS Eg kann ikki lata vera við at nýta høvið, at heita á tykkum mammur, ommur, langommur, døtrar, systrar, svigarmammur og svigarinnur, ið varða av okkara skúla, um at velja eina kvinnu á ting. Tær raðfesta øðrvísi enn 96% av mannfólkinum, soleiðis er tað nú einaferð og soleiðis fer tað nokk altíð at vera!