Okkara vágatunnil!

Magni Thomassen
stjóri í Sandavágs Timburhandli og Kovanum

Í nógv ár hava vágafólk bíðað við ferjulegurnar í Vestmanna og á Oyrargjógv. Tað almenna ferðasambandið um Vestmannasund var ongantíð lagað til tørvin hjá fólki og vinnu í Vágum. Annar tørvur varð tikin fram um ? og vit bíðaðu. Henda almenna misrøkt av útjaðaranum og stak vánaligu karmar hjá vinnuni førdu við sær, at vágafólk saman við nøkrum streymoyingum løgdu fram ymisk uppskot um fast samband um Vestmannasund.
Við tógvið stríð og so at siga ongari fíggjarligari hjálp fingu vit umsíður landsins myndugleikar at geva loyvi til at gera ein undirsjóvartunnil.
Nú var hugaligari at bíða.
Um stutta tíð eru vit liðug at ilskast inn á vánaliga ferðasambandið um Sundið. Nú er okkara mál rokkið. ? Alt verður so gott ? trúðu vit.
Nei, nú varð annað haft lagt á okkum, sum ræðast teir at sleppa okkum leysum. Okursprísir verða lagdir á vágafólk og serliga vinnuna, sum framman undan var nóg illa fyri.
Men hóast tosað verður um at skapa góðar karmar fyri vinnuna og at meira eigur at verða gjørt fyri útjaðaran, so er ongin sjón fyri søgn. Fyrr varð øll vøra til oynna lossað upp her vesturi. Hetta arbeiðið mátti flytast til Havnar. Vit mistu arbeiðspláss og havnapengar.
Við okursgjaldi undir Sundið verður øll framleiðsla í Vágum nærum løgd lamin. Tann sunna kappingin, teir góðu karmarnir og útjaðarapolitikkurin eru bert fundarfjas og tómt tos hjá teimum stýrandi.
Tað er ófatiligt, at vinnan í Vágum skal gjalda fyri ferðing hjá 300-400.000 ferðafólkum, sum árliga fara ígjøgnum vágatunnilin.
Soleiðis sum tey ymisku gjøldini eru lýst at verða, kunnu vit bert staðfesta, at stýrið veit onki um, hvussu oyggjarfólk búleikast og hvørjum vána sømdum tey liva undir. Bilur er til hvørt húski í Vágum sum alneyðugt hjálpartól. Tað er ikki hjálpartólið, sum vil um (undir) sundið, men fólkini, sum eru í teimum ymisku akførunum. Tí eru tað vit ferðafólk, sum eiga at gjalda fyrst og fremst, meðan akførini hava sín prís.
Latið nú okkum bara sjálv taka okkum av vágatunnlinum og stýra afturgjaldingini. Tá vit hava megnað øll hini tøkini, megna vit eisini við skili at loysa teir trupulleikar, sum onnur royna at leggja á okkum. Vit hava stríðst fyri hesum fasta sambandinum um Vestmannasund og eru nádd á mál. Vit hava glett okkum, sum arbeiðið leið, nú ynskja vit eisini við gleði at brúka og at gjalda vágatunnilin.

(Hervið er ynski um, at stýrið fyri vágatunnilin verður sent heim, og at Felagskommunan tekur við).