Okkurt æl í væntu

Eitt lágtrýst í ein útnyrðing úr Føroyum fer spakuliga í ein landnyrðing, men longu í dag nærkast eitt nýtt lágtrýst og leggur seg sunnan fyri Ísland. Brúgvaløg haðani fara framvið Føroyum í nátt. Síðani heldur óstøðuga veðrið fram, har fleiri smá lágtrýst og brúgvaløg væntandi fara framvið okkum av útsynningi, men tó klárar í av og á.

 

Veðrið í dag

Gul til stívt andøvsgul av útsynningi og vestri, sum frá líður av suðri. Skýggjað og okkurt æl. Í kvøld stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, og regn. Í nátt stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, og eitt skifti klárar í. Hitin millum 8 og 12 stig.

 

Leygardagin

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útsynningi, sum snarar í ein útnyrðing, 8 til 13 m/s. Fyrst regn, seinni klárar í, tó okkurt æl. Hitin um dagin um 12 stig. Um kvøldið og náttina makar hann vindin í lot til andøvsgul av vestri og útsynningi, 2 til 7 m/s. Samdrigið og okkurt æl og hitin millum 7 og 10 stig.

 

Sunnudagin

Lot til gul av ymsum ættum ella vestanætt, undir 6 m/s. Sólglottar, men okkurt æl. Hitin um dagin millum 10 og 12 stig, um náttina millum 6 og 9 stig.

 

Mánadagin

Lot til gul av lágætt, undir 6 m/s. Fyrst turt og sólglottar, men sum frá líður dregur samanum og regn ella ælaveður. Hitin millum 10 og 13 stig. Um náttina lot til andøvsgul av vestri, 2 til 7 m/s, okkurt æl og hitin um 9 stig.

 

Týsdagin

Lot til andøvsgul av útsynningi, 2 til 7 m/s, sum um náttina snarar í ein landnyrðing og øtlar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Sólglottar, men okkurt æl. Um náttina regn ella ælaveður. Hitin um dagin um 12 stig, um náttina millum 8 og 10 stig.

 

Mikudagin

Gul til stívt andøvsgul av norðri, 5 til 10 m/s, sum lækkar í ein útsynning. Sólin sær, men út á kvøldið fer at regna. Hitin millum 8 og 13 stig.