Oktober royndir væl hjá íslendska fiskiflotanum. Tilsamans fiskaðu skip og bátar 99.300 tons ímóti 77.000 tonsum sama mánað í fjør ella 15,6 prosent meiri. Veiðivirðið var 19,5 prosent størri, vísa tøl hjá hagstovuni í Reykjavík,
Av botnfiski veiddu skip og bátar 46.000 tons og av hesum var júst helmingurin, 23.000 tons, toskur. Tað var 5.200 tons meiri enn í oktober í fjør. Hinvegin minkaði hýsuveiðan, men meiri var av kongafiski og upsa.
Uppsjóvarskipini fiskaðu knappliga 50.000 tons í oktober, sum var væl meiri enn í oktober í fjør, tá skipini fingu góð 32.000 tons sama mánaðin. Næstan alt, góð 48.000 tons, var sild. Hitt var svartkjaftur.