OL ?12: Rolling Stones, Bowie og Elton

Nógvir kendir og væl umtóktir tónleikarar fara at spæla, tá ið OL í London letur upp um fýra ár.

Mick Jagger hevur staðið fyri at savna ein superbólk saman, sum skal standa av kendastu bretsku tónleikararunum. Bæði David Bowie og Elton John hava longu sagt ja til at vera partur av verkætlanini.

 

Sambært bretska tíðinablaðnum ?News of the World? vil rokklegendan fegin gera ein stóran bólk við Phil Collins, Sting, Led Zeppelin-gittaristinum Jimmy Page, Van Morrison, Pink Floyd-gittaristinum Dave Gilmour, David Bowie og Elton John.

 

- Mich heldur, tað er ein stórur heiður, at OL kemur til London og hesin bólkur skal tískil vera gestus hansara. Enn er long tíð til ár 2012, men teir eru longu klárir, hóast eingin enn veit, hvussu opnanin skal verða, sigur ein kelda.