Hálvfinalurnar í OL-endaspælinum í hondbólti hjá monnum í Lille vera: Týskland-Spania og Danmark-Slovenia.
Slovenia vann rættiliga greitt 33-28 á Noreg í kvøld.
Í steðginum var Slovenia á odda 16-12.
Fyri norðmenn, ið vunnu fýra av fimm dystum í innleiðandi bólkaspælinum er talan um eitt stórt vónbrot.
Aleks Vlah gekk undan við at skjóta heili 11 mál fyri Slovenia.
Bæði Slovenia og Noreg vóru í bólki saman við Føroyum í EM-endaspælinum í Týsklandi í januar í ár.
Noreg-Slovenia 28-33 (12-16)
Noreg: Alexandre Blonz 7, Kristian Bjørnsen 4, Tobias Grøndahl 4, Gabriel Setterblom 4, Sander Sagosen 3, Magnus Gullerud 2, Peter Øverby 1, Christian O'Sullivan 1, Simen Lyse 1, Harald Reinkind 1.
Slovenia: Aleks Vlah 11, Blaz Janc 9, Blaz Blagotinsek 3, Tilen Kodrin 3, Jure Dolenec 2, Dewan Bombac 2, Borut Mckovsek 2, Miha Zarabec 1.