OL: Svøríki vann á Noregi - Danmark vann á Slovenia

Her eru úrslitini frá fyrsta umfarinum í olympiska endaspælinum í hondbólti hjá kvinnum

Øll 12 liðini í olympiska endaspælinum í hondbólti hjá kvinnum royndu seg í dag.

 

Og sigast má, at har vóru nakrir skelkar. Brasil vann fyri fyrstu ferð nakrantíð á Spania í einum endaspæli. Suðurkorea vann óvæntaðan stórsigur á Spania, og Svøríki vann á Noreg.

 

Johanna Bundsen bjargaði 38 prosent av málroyndunum, og átti sín stóra lut í svenska sigrinum. 

 

Danmark og Frakland gjørdu sínar skyldur. Danmark við sigri á Slovenia, og fronsku vertirnir við at vinna á Ungarn. 

 

Her eru dagsins úrslit:

 

Bólkur A:

 

Slovenia-Danmark 19-27 (11-14) - Danmark: Emma Cecilie Uhrskov Friis 5, Trine Østergaard Jensen 5.

 

Týskland-Suðurkorea 22-23 (10-15)

 

Noreg-Svøríki 28-32 (17-15) - Noreg: Stine Bredal Oftedal 7, Nora Mørk 7 - Svøríki: Nathalie Hagman 8, Nina Koppang 7.

 

Bókur B: 

 

Niðurlond-Angola 34-31 (19-18)

 

Spania-Brasil 18-29 (10-15)

 

Ungarn-Frakland 28-31 (12-15)