OL verður seinasta endaspælið hjá Bent Nyegaard sum viðmerkjari

72 ára gamli viðmerkjarin syngur sín svanasong sum viðmerkjari til endaspøl

Mynd: TV2

Væl dámdi og gløggi hondbóltsviðmerkjarin hjá danska TV2, Bent Nyegaard hevur boðað frá, at OL-endaspælið í hondbólti verður seinasta endaspælið, har hann verður viðmerkjari hjá TV2.

 

Bent Nyegaard fer tó at halda fram við at vera viðmerkjari hjá TV2 til dystir í heimligu donsku kappingini.

 

Komandi endaspølini aftaná OL í París í summar verður tað gamli danski landsliðsmálverjin, Kasper Hvidt sum yvirtekur leiklutin hjá Bent Nyegaard sum viðmerkjari hjá TV2 til endaspøl.

 

Kasper Hvidt hevur spælt 219 landsdystir fyri Danmark. Hann sær fram til nýggja leiklutin sum hondbóltsviðmerkjari hjá TV2. Fyrst fyri verður EM-endaspælið hjá kvinnum í november og desember, har Føroyar eru eitt av teimum 24 liðunum. 

 

Mynd: TV2