Føroyski sjónleikarin Olaf Johannessen hevur seinnu árini av álvara havt undanvind í Danmark. Og framvegis standa danskir ummælarar í bíðirøð fyri at sleppa framat at rósa Olafi.
Í hesum døgum stendur Olaf Johannessen á palli á Husets Teater. Har spælir hann Det Store Stilehæfte, og við honum á palli er jens Albinus.
Olaf hevur fleiri ferðir innan stutta tíð fingið nógv rós, havt filmsleikutir og vunnið heiðurslønir.
Og tað skortar heldur ikki uppá rós fyri pallavrikið í leikinum Det Store Stilehæfte, sum myndirnar av ummælum niðanfyri bera boð um:
##med2##
##med3##
##med4##