Ólavsøkan er sera kommersiell

- Eg havi nógv góð minnir um ólavsøku, tey flestu innan ítróttin. Flestu ólavsøkur hava verið nokso líkar – alt eftir, hvørjum aldri eg havi verið í, sigur Gudny Langgaard

- Tað er helst avbjóðandi hjá fleiri barnafamiljum at taka lut í ólavsøkuni, heldur Gudny Langgaard.

Fert tú á ólavsøku í ár?   

 

- Ja, eg fari á ólavsøku - sum minimum 28. juli og væntandi eisini ein túr 29.

 

Tað sigur Gudny Langgard.

 

Hvussu heldur tú ólavsøku?    

 

- Ólavsøkan byrjar við kappróðrinum. Dótturin rør, og eg havi eisini róð sjálv seinastu árini. Síðan verður tað vanliga – at ganga oman og niðan, vitja kenningar, go-cart og hoppiborgir til børnini.

 

Hon sigur, at kanska verður tað eisini til ein túr um kvøldið - uttan børn, og haraftrat er hon sum oftast til midnáttarsangin 29. juli.

 

Hvat er tað besta við ólavsøkuni?  

 

- Føroysk klæðir, kappróður, hugnin í býnum og at práta við fólk.

 

Er onkur serlig ólavsøka, tú minnist?   

 

- Eg havi nógv góð minnir um ólavsøku, men tey, sum standa fremst í huganum, eru innan ítróttin. Eg havi verið við til at vinna kappróður fyri 6-mannafør, kvinnur, og eg havi verið við til at vunnið eina steypafinalu í fótbólti hjá 1. deild, kvinnum, sum bleiv leikt á ólavsøku. 

 

Gudny Langgaard sigur, at hinar allar ólavsøkurnar hava verið nokso líkar, men variera sjálvsagt eftir, hvørjum aldri hon hevur verið í.

 

- Sum ung búði eg nøkur ár í Havn. Tey árini vóru eisini minnisrík á ólavsøku, sigur hon.

 

Kundi okkurt verið øðrvísi við ólavsøkuni?

 

- Tað er heilt sikkurt, at nógv kundi verið øðrvísi, men spurningurin er, um tað hevði verið betur.

 

Hon heldur tað vera týdningarmikið at halda fast í siðvenjum.

 

- Tó havi eg hug at nevna, at ólavsøkan er sera kommersiell, og tað er ivaleyst avbjóðandi hjá fleiri barnafamiljum at luttaka. Kanska ein minni kommersiell ólavsøka hevði verið betur, sigur Gudny Langgaard.

 

- Tað er helst avbjóðandi hjá fleiri barnafamiljum at taka lut í ólavsøkuni, heldur Gudny Langgaard.