Fert tú á ólavsøku í ár?
- Ja!
Tað sigur Uni Arge bæði stutt og greitt.
Plagar tú at vera á ólavsøku?
- Ja, eg havi fingið tær flestu við, men tá eg spældi fótbólt í Íslandi árini 1998 til 2000, var eg ikki á ólavsøku trý ár á rað.
Hvat heldur tú er tað besta við tjóðarhátíðini?
- At vit standa saman sum fólk eina stund. Tað áttu vit at gjørt meira av. Tað góða lagið á fólki er eisini altíð upplyftandi.
Uni Arge sigur, at tað er einki, sum hann saknar við ólavsøkuni.
Minnist tú onkra ólavsøku fram um aðrar?
- Ólavsøkan í fjør var heilt serlig, tí eldra dóttir okkara, Turið, setti hana. At bæði Havnarbáturin og Ørvur vunnu, gjørdi ikki ólavsøkuna verri, sigur Uni Arge.











