Ólavur við í altjóða útgávu

Ólavur Christiansen hevur skrivað tvær greinar um samfelagsvísindalig háttaløg.

Ólavur Christiansen, lektari í búskaparfrøði á Fróðskaparsetur Føroya, hevur skrivað tvær greinar í nýggjari bók um samfelagsvísindalig háttaløg.


Talan er um bókina Choosing Classic Grounded Theory – A Grounded Theory Reader of Expert Advice, ið Barney Glaser hevur ritstjórnað. Á heimasíðuni hjá Fróðskaparsetrinum verður Barney Glaser nevndur sum ein viðurkendur, og ein hin mest siteraði, granskarin innan samfelagsvísindaliga økið.


Ólavur Christiansen hevur skrivað kapittul trý, Simpler Understanding of Classic GT: How it is a fundamentally different methodology, og kapittul seks, The Rationale for the Use of Classic GT.