Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, skal í morgin svara Jacob Vestergaard, tingmanni fyri Fólkaflokkinum, um ætlanirnar viðvíkjandi ferðaætlanini hjá Smyrli. Jacob Vestergaard hevur nevniliga sett landsstýrismanninum ein munnligan fyrispurning.
Landsstýrismaðurin skal svara um nær Smyril byrjar at sigla tríggjar túrar hósdagin, og nær tað kann væntast at internetsamband verður umborð á skipinum.
Í viðmerkingunum til spurningin skrivar løgtingsmaðurin, at peningur er settur av á fíggjarlógini fyri 2016, soleiðis at tríggir túrar kunnu siglast hósdagin. Tí undrar tað hann, at einki er hent enn.
- Vit eru nú komin inn í februar mánað, og enn er ferðaætlanin ikki broytt. Tí verður spurt um, nær vit kunnu vænta, at ferðaætlanin verður broytt.
Harumframt eftirlýsir løgtingsmaðurin betri umstøður til teirra, ið ynskja at arbeiða umborð á Smyrli.
- Hóast vit skriva 2016, hava vit enn ikki fingið nýtiligt internetsamband umborð á Smyrli. Hetta er ein forðan hjá teimum, sum vilja nýta siglitíðina at arbeiða í, skrivar tingmaðurin í munnliga fyrispurninginum.
Old skal svara um Smyril




