Ole Gunnar fær starvið í Manchester United

Manchester United og Ole Gunnar Solskjær hava gjørt trý ára sáttmála

Manchester United hevur í dag kunngjørt, at felagið hevur gjørt ein trý ára sáttmála við Ole Gunnar Solskjær. Sostatt fer norðmaðurin frá at vera fyribils venjari til at verða høvðusvenjari í felagnum.

 

Ole Gunnar Solskjær tók við, eftir at José Mourinho bleiv koyrdur. Síðani hevur hann vunnið 14 av 19 dystum. Har í millum hevur hann eisini vunnið Manchester United víðari í Champions League móti ongum minni enn Paris Saint-Germain.

 

- Hetta er starvið, sum eg altíð havi droymt um. Eg eri fegin um at fáa møguleikan at arbeiða langsikta og vónandi geva áskoðaranum tað, sum teir hava uppiborið, sigur Ole Gunnar Solskjær.

 

Hann spældi í síni tíð sjálvur í Manchester United, har størsta løtan kom á Camp Nou í Barcelona, tá hann í yvirtíðini í finaluni í Champions League tryggjaði Manchester United sigurin á Bayern Munchen.