Bretskir miðlar sum Dailymail skriva í dag, at Manchester United hevur longu gjørt ein avtalu við Jack Grealish, sum spælir við Aston Villa. Tað passer væl saman við keypspolitikkinum hjá Ole Gunnar Solskjær og Manchester United.
Jack Grealish hevur verið ein av teimum mest spennandi spælarunum í Premier League í hesum kappingarárinum. Framrættaði miðvallarin er 24 ára gamal, men manglar enn at spæla sín fyrsta dyst fyri Ongland.
##med2##
Ole Gunnar Solskjær, venjari hjá Manchester United, hevur sagt at felagið má rudda út spælarar, sum ikki vijla verða har, meðan nýggju keypini millum annað skulu verða bretskir spælarar í góðum aldri. Tí passar keypið av 24 ára gamla Jack Grealish væl inn saman við Aaron Wan-Bissaka, Daniel James og Harry Maguire. Hartil er Bruno Fernandes, sum kom í vetur, 25 ára gamal.
Tó samsvarar tilgongdin av 30 ára gamla Odion Ighalo ikki við keypspolitikkin. Her var ætlanin í fyrsta umfari at fáa norska Erling Braaut Håland, sum endaði í Borussia Dortmund. Eisini hevur James Maddison úr Leicester verið nevndur.
Tað verður mett, at Manchester United kann keypa Jack Grealish fyri áleið 400 milliónir krónur. Søgurnar siga, at persónligu viðurskiftini eru upp á pláss.