Hóskvøldið klokkan 19 verður fyrsta bríksl á Tórsvølli. KÍ er á heimavølli. Gestirnir eru Birkirkara av Malta. Fyri einari viku síðani endaði tað 1-1 á Malta. Harvið skulu gestirnir skora mál, um tað skal eydnast teimum at spæla seg víðari í Europa liguni.
Í útgangsstøðu er KÍ betri fyri, og harvið er møguleiki fyri, at tað fyri fyrstu ferð nakantíð skal eydnast klaksvíkingum at vinna seg víðari í kappingini.
KÍ var fyrsta felagið yvirhøvur, sum spældi á heimavølli í europeiskari kapping. Tað var 19. august 1992, tá ið Skonto Riga var gestur á Svangaskarði og vann 3-1. Fyrsti føroyski málskjúttin yvirhøvur í europeiskari liðkapping var Olgar Danielsen.
Higartil hevur KÍ skorað tíggju mál í europeisku kappingunum. Olgar Danielsen hevur skorað fimm av teimum.
Olgar Danielsen er eisini einasti føroyingur, sum hevur skorað hattrikk í europeiskari kapping. Tað gjørdi hann 24. august 1995 – á 91 ára degnum hjá KÍ – tá ið klaksvíkingar á Svangaskarði vunnu 3-2 ímóti Maccabi Haifa.
Olgar spældi fimm hálvleikir í Europa kappingum á heimavølli, og hann skoraði fimm mál – fimm tey fyrstu hjá KÍ í Europa.
Olgar Danielsen gavst at spæla fótbólt í 1999. Nú spæla allir tríggir synirnir í bestu deildini – Niels Pauli á Skála, Ragnar í EB/Streymi og Aksel í KÍ. At tríggir brøður sama kappingarár umboða trý ymisk feløg í bestu deildin er neyvan komið fyri áður í føroysku kappingini.
Elsti sonur Olgar, Niels Pauli Danielsen, hevur spælt fýra dystir í Champions League og tveir í Europa League við EB/Streymi. Olgar og Niels Pauli eru einastu feðgar í Føroyum, sum hava spælt í Champions League, og teir eru harvið einastu føroysku feðgar, sum hava skorað mál í hesi kappingini.
Yngsti sonur Olgar, Aksel Danielsen, var á KÍ listanum á Malta fyri einari viku síðani. Tá var hann á beinkinum alla tíðina. Tað er møguleiki fyri, at hann verður skiftur inn á KÍ liðið í kvøld.